Óli valevni?

Dan R. Petersen

Í gjár 4. desember boðaði Útvarpið frá, at Óli Jacobsen var uppstillaður til formansvalið í F.F.
Fyri uppstilling eru greiðar reglur: Fimm skipsmanningar ella fimm sóknarformenn skulu skriva undir uppstillingina. Lógir felagsins, sum Óli fekk samtyktar í sínari tíð siga, at mínir menn skulu lata uppstillingina inn til Ólasa umsiting.
Ólasa umsiting tekur út, hvørjir sleppa at velja. Ólasa umsiting sendir atkvøðuseðlar til veljararnar. Óli avger, nær atkvøðuseðlarnir skulu sendast út, men noktar at upplýsa mær, nær hetta verður.
Óli situr inni við, hvør sleppur at velja, men noktar mær at síggja limalistan. Fiskimenn fíggja Ólasa propagandu. Eru valevnir líkastillaði?
Hetta er annars demokrati í Ólasa hugaheimi!
Eg vil síggja svart upp á hvítt, um uppstillingin hjá Óla er í lagi sambært reglunum; antin í bløðunum ella í brævi. Annars meti eg hann als ikki sum valevni.
Forsetin í Hvítaruslandi sigur seg eisini vera demokrat.