Ísrael hevur í dag boðað frá, at landið fer at gera enn fleiri álop á Libanon.
Í hesum sambandi heitir Ísrael á íbúgvar í syðra parti av libanesiska høvuðsstaðnum Beirut um at rýma.
Hetta veit tíðindastovan, AFP, at siga seinnapartin.
Sambært Ísrael fer herurin at leypa á økir, har Hizbollah heldur til.
Tíðindini úr Ísrael um nýggj álop koma stutt eftir, at Iran hevur boðað frá, at landið kann taka seg burturúr vápnahvíldaravtaluni.
Sambært Reuters heldur Iran upp á, at avtalan millum Iran øðrumegin og USA og Ísrael hinumegin eisini fevnir um Libanon.
Á hinari síðuni siga USA og Ísrael, at avtalan fevnir ikki um Libanon.
Pakistan, sum hevði sín stóra leiklut í vápnahvíldaravtaluni millum USA, Ísrael og Iran, sigur, at avtala eisini fevnir um Libanon.
Í dag hetitir Libanon á Pakistan um hjálp til at steðga ísraelsku álopunum á landið.
Forsætisráðharrin í Libanon, Nawaf Salam, hevur biðið Pakistan um stuðul, soleiðis at ísraelsku álopini á landið kunnu steðga í stundini.
Shehbaz Sharif, sum er forsætisráðharri í Pakistan, sigur, at landið arbeiðir fyri friði í øllum Miðeystri.
- Tað er eisini í hesum anda, at samrøður nú verða millum Iran og USA, verður sagt á forsætisráðharraskrivstovuni hjá Shehbaz Sharif











