License to hug

- hví nú eisini Tórshavnar kommuna misnýtir børn!

Agga Niclasen, meining@meyl.fo
-----

Fyrr var vanligt at siga, at tað tók eina bygd at uppala eitt barn. Men skjótt sleppa bert statsgóðkendir einstaklingar at uppala eitt barn



Presiss sum við “Í menniskjum góður tokki” byrjaði KRIS sum vælgerandi og frívilligt arbeiði, fyri síðani at professionalisera tað. Har vóru nakrir altruistar at byrja við; Leif Erik Niclasen teirra millum, ið veruliga meintu tað, og ikki løgdu navn til hvørja ætlaða góðgerð.
Eg segði fyri langari tíð síðani, at fyri hasi, ið kapraðu Hjálpina, og hervið trúliga mannvinarligt og ósjálvsøkið arbeiði, ella profileraðu sítt arbeiði fyri misbrúkt børn hjá KRIS, snúði hetta seg aldri um at hjálpa neyðstøddum ella misbrúktum, men sær sjálvum.
Svenska poppdullan, Amy Diamond, sang tað so sera sosialdemokratiskt, tá ið hon beinrakið spurdi: Whats In It For Me?

Ikki tí, hetta er so eisini tað, tú mást rokna við sum partur og produkt av einum eg-istiskum vælferðarstati. At síggja til er terapeutstaturin hjá Javnaðarflokkinum solidariskur, ósjálvsøkin og maktfrágevandi, men í veruleikanum ósolidariskur, sjálvsøkin og makttakandi.
Herí hevur tú upprunan til og endamálið við KRIS, júst sum við “Í menniskjum góður tokki”: at koma á fíggjarlógina, so at vanligi borgarin verður tvingaður at uppihalda og betala øðrum løn, so at hesi kunnu hjálpa onkrum heilt øðrum, sum vit kanska kortini ætlaðu at hjálpa—men tá, tí vit høvdu hug til tað. (Annars ber jú altíð til at vísa til Almannastovuna og teirra heilt serligu kombinasjón av universalhjálp og “hjálp eftir tørvi”, ið oftari enn ikki er heldur perverterað.)

Og tað er útfrá hesum tilverustøði, við hesum motivi, at KRIS hevur fingið inter-dott-komm-býtt Facebookarir og, tessvegna, Tórshavnar kommunu í álvara við uppá sína “barnaváttanar-dillu”, ið best og bert kann lýsast sum ein ættarliðs-oyðileggjandi kampanja, har myndugleikar skulu “barnakanna vaksin”.
Ein kampanja, sum slettis ikki tænir okkara børnum, ger tey tryggari ella fær tey at føla seg tryggari, men hinvegin er ein latur feel-good politikkur, ið samanumtikið fer at volda falska trygd.
Uppskotið merkir í stórum brotum, at tað verður ein lógarfest skylda hjá øllum vaksnum, ið hava við børn at gera, at “lata seg kanna”. Um tú ikki gert tað, verður tú stemplaður “kriminellur”. Tað er ikki tað, at eg eri “handan illgruna”, at eg eri ímóti hesi demokratisku ótoleransu. Tað einasta, eg sigi, er at ein og hvør skipan, ið fer við øllum borgarum sum javnt illgrunasamir, er í vanda fyri at marginalisera vanligt skynsemi og persónligt instinkt—“áh, hon hevur handa pappírslepan, so tað kann ikki passa.”
Logikkurin sýnist vera, at av tí at tað er sera trupult at uppdaga ein pedofil, loysa vit problemið við at staðfesta, hvør ikki er pedofil. Hetta er tað sama sum at ásanna, at tað er ov møtimikið at finna hasar tíggju reyðu smásteinarnar á eini gevaldigari strond við ljósum smásteinum, og tí konkludera, at tað vildi verið nemmari at funnið allar teir hundrað túsund ljósu ístaðin. Tað er bara tað, at tá ið tað kemur til pedofilar, látast nógvir smásteinar at vera ljósir, men vísa seg allatíðina at hava verið reyðir; ella eru reyðir, men eru tó óhoyrt góðir at láta sum um, teir eru ljósir.

Hevði tað ikki verið fyri tí, at ætlanin var so skaðasom og skítbýtt, hevði eg verið í skellilátri og valt konjakkin framum knappaborðið. Hesi infantilu Facebook-fólk, ella bólkar, ið vitleyst vilja koma barnalokkarum til lívs, liva sín veruleika ígjøgnum eina linsu ella skýggja heldur enn at liva veruleikan, ið til tíðir, jú, er farligur. Soleiðis er lívið, hvussu tit nú enn lóggeva, kanna og spilla møguligar barnamisbrúkarir út. Verðin verður ikki tryggari av hesum, tí júst sum við talufrælsi, har tað er betri at loyva ófittum meiningum, at hava tær uppiundir ljósinum, loysa vit apsalutt onki við at kanna og banna okkum ígjøgnum ein trupulleika, ið forrestin tykist dekan yvireksponeraður og pillfullur av Dickensianskari vanlukkuprofeti. Børnini verða á ongan hátt tryggari av hesum.

Effinett sum við KRIS og “Í menniskjum góður tokki”, kanst tú ikki annað enn gruna um eginliga motivið hjá okkara pedofili-fikseraðu Facebook-mammum. Hesin desperati tørvur á at systematiskt distansera seg frá pedofilum, hugsi eg, hevur minst líka nógv við seg sjálvan sum við pedofilin og pedofili at gera.
Vissuliga, vit skulu øll vamlast av slíkum ógerningum, men tað, at lista og krossfesta onkran, ið betrivitandi Facebookarir meina seg vita, eru pedofilar, er at spenna broddin. Hetta, eri eg bangin fyri, handlar ikki um at verja síni og annara børn, men at fortelja sær sjálvum, at “tað kann gott vera, at onnur og eg halda, at eg sokki sum foreldur, at míni børn eru ófólkalig og óvand, at eg ikki gevi mær stundir at spyrja eftir, ikki altíð hvat tey hava gjørt ídag, men hvussu tey hava tað... ídag, men eg eri so í hvørtfall ikki ein forbannaður pedofil. Og tí havi eg tað feitt. Yvir og út, Knút!”
Ein endurbót fyri samvitskubit, ein viðurkenning-lite av ikki at ‘sláa til’, sum uppá onkran máta, bara onkursvegna, skal linnast. Hvat gert tú so, jú, tú finnur onkran, ið er verri enn tú sjálvur. Ella, uppaftur betri, onkran, tú bumbusikkurt veit, øll onnur eisini halda, ikki bara er verri enn tú, men er ein fucking óblandað skandala. Og tað er ivaleyst ein lekkur kensla, hetta, at halda tað sama sum øll hini, hvussu ryggleyst og sjálvklistrandi konsekvensurin av hesum enn mátti verið.

At so sjálv revsingin skal vera harðari, íðan, tað eri eg við uppá. Yvirhøvur skal revsingin fyri ógvuslig brot upp, væl upp, soleiðis at hevndarkontraktin millum stat og borgara aftur fer at rúma ein legitimitet. Men um meiningin er, at pedofilar skulu útaftur, um kriminalforsorgin og hennara psykologar, psykiatarir, psykopatar og psykoterapeutar halda, at hesin kann lutfalsliga sikkurt slúsast út aftur í samfelagið, tá mugu eisini vit, maðurin á gøtuni, hansara komandi grannar, gera okkara part so at dømdir og leyslatnir barnamisbrúkarir fáa høvi at liva eitt sámuligt lív, sum so aftur ger tað tryggari hjá okkara yvirvardu gullklumpum. Altso, ein sólarklár leinkja, vísa so royndir úr Englandi.

Tað ljóðar kanska eitt sindur avskeplað at føra fram, men flestallir pedofilar hava moral. Nógvir teirra viðurkenna sítt brot og ætla sær at halda seg frá børnum; og nógvir klára eisini at tempra sína ómoralsku “girnd”. Men líkindini fyri succes er í tann mun treytað av hvussu vitonnur fara við teimum; um vit klára at bera okkum nøkulunda siviliserað at, so at skilja, at vit ikki harta og sverta teirra persón við eitthvørt høvi, heita á okkara lærunemmu útsølubørn at sproytumála “svín” á húsini ella blaka steinar eftir teimum ístaðin fyri at spæla hondbólt og fáa sær ein fólkaskikk.
Nei, tað er ikki neyðugt at klemma teir og drekka hippi-te við teimum framman fyri peisuna við Budda ovast á, men bjóða teimum við til kavarudding á vegnum ístaðinfyri at blaka kavabløk eftir teimum, ella sláa tunnu, tá ið øll tey vaksnu kortini eru til staðar. Sum sagt, at viðkomandi ikki kennir seg totalt isoleraðan við null framtíðarvánum, men heldur eitt viðursvet menniskjasligan, hevur víst seg at vera óvanliga úrslitaríkt í eitt nú Englandi.

Tórshavnar kommuna skyldar okkum at gera sær greitt, at uppskotið um “barnaváttan” er ein óterlig hóttan fyri føroyskt gerandislív og ítriv. Afturat hesum er nakað enn, akkurát!, ið eitur privatlív. Og pápar fara ikki longur at arbeiða frívilligt fyri onnur, tí teir ikki finna seg í at verða uppfataðir sum “ullintir”, eins væl og trøllvaksnir menn ikki longur fara at tíma at arbeiða á barnapakkaðum staði, so longi sum henda hysteriska pedofili-angist sleppur at breiða seg.
Eg veit ikki, hvussu tað er við tær, men eg minnist væl handa mannin í ungdómsklubbinum ella hjá skótunum, ið kanska gav tær eitt klemm, kanska ikki, og ofraði seks tímar vikuliga við at “hanga út” og práta Platini og Elkjær, spæla biljard ella binda knútar við okkum, ikki tí hann vildi føla uppá okkum, men tí hann helt tað vera stuttligt og ein innara skylda sum borgari, og helst eisini gevandi fyri seg sjálvan at tíma at brúka tíð uppá ungfólk.
Aktar høvuðsstaðarkommunan, og KRIS fær sín vilja, blíva slík sámulig og samfelagshugað fólk løgd undir ein fullvegis ógrundaðan illgruna, tvingað at geva seg undir eina møðsama og mannminkandi revsikanning, áðrenn tey kunnu arbeiða við børnum í lokalumráðnum.

Men, og hvat væl verri er, handa tryggleikamaniin, har vit verja børn í sovorðið mát, at tey enda við at verða fobisk fyri fólki, fostrar ein óafturtakandi illgruna og illvilja millum ættarliðini. Uppskotið eitrar sambandið millum vaksin og børn, tí tað lærir børn at vera natúrliga varin fyri vaksnum; at uppfata vaksin, ikki sum umsorganarfull og góðviljað, sum enntá kunnu inspirera og stimbra, men nøkur misteinkilig skapilsi.
Teir óformligu mátarnir, fólk vanliga koma saman uppá, fara at hvørva. Alt fer at verða gjørt “sambært sáttmála”. Uppskotið fer ikki at verja børn. Beint øvut. Ikki bara leggur tú øll vaksin undir illgruna, men tú frátekur børnum at hugsa fyri seg sjálvi, og foreldrum við. Tú óførleikager børnini. Tey verða minni før fyri at ansa sær, og slettis ikki før fyri at meta um, hvørji vaksin eru at hava álit á, hvørji ikki.

Samfeløg blomstra við óformligum verumáta, og duga saktans at skipa seg. Og børn elska hasa fríu og løttu samveruna, har hvørt samband er grundað á álit millum seg og síni foreldur, lærara, venjara og onnur vaksin. Uppskotið, trivnaðarstjórin í Havn skal fáa á mál, fer at køva alt hetta, samtíðis sum tað fer at íbirta eitt ótespiligt huglag, har angist, ótryggleiki og andstygd fara at ganga aftur.
Sum um at børn ikki, sum er, við nýtsluhatandi Boga Hansen og hansara økofasisisku dómadagsprofetum, um hvussu alt endar av helviti til um, ja, hvat er tað nú, Bogi, 100 ár (?)... um ikki vit akta hann og hansara grønu gudar... -takk, tikk-takk, hava nóg mikið at vera bangin um.
Fyrr var vanligt at siga, at tað tók eina bygd at uppala eitt barn. Men skjótt sleppa bert statsgóðkendir einstaklingar at uppala eitt barn, fær Havnin sín vilja. Tað er tí ein sjáldsama paranoidur býur, ið bestemmar seg fyri at dálka barnaheilar við mistrúgv og vaksnamannaheilar við iva.

Mær dámar ikki KRIS, havi ongantíð gjørt tað, eiheldur “Í menniskjum góður tokki” síðani tess kreativu bókføring av neyðardýrum og framførandi ynski um at blíva sjálvstøðugur umboðsstovnur fíggjaður av landskassanum. Men eg havi sum so einki ringt at bera Tórshavnar kommunu. Hetta, tó, er eitt opportunistiskt plott, ið ber av. “Barnaváttanin” er ikki bert eitt praktiskt og pappírsputlandi problem, sum lættliga kann nýtast at gera øðrum ilt við, men eitt mentanarligt, løgligt og samfelagsligt eitt… og tað BIG TIME.
Tí henda áheitan: lat ikki Tórshavnar kommunu kapra títt óskyldiga barn, bara tí tess elendigu elitistar síggja pedofilar á hvørjum horni!