Skalt tú yvirliva í Premier League skalt tú helst hava royndar leikarar.
Greiningarfyritøkan, Opta hevur roknað miðalaldurin hjá teimum 20 Premier League liðunum í farna kappingarárið.
Teir tríggir niðurflytararnir, Southampton, Leeds og Leicester vóru millum tey fýra liðini, ið høvdu lægsta miðalaldurin. Tað skal tó leggjast aftrat, at Arsenal er tað fjórða liðið, og teir endaðu næstfremst.
Miðalaldurin hjá Arsenal var 25 ár og 51 dagar. Miðalaldurin hjá meistarunum, Manchester City var 27 ár og 253 dagar. So her vóru eisini tær royndirnar á muni.
Miðalaldurin hjá Manchester United var 27 ár og 132 dagar, miðalaldurin hjá Newcastle var 27 ár og 262 dagar, meðan miðalaldurin hjá Liverpool var 27 ár og 276 dagar.
Southampton sum endaði aftast í Premier League hevði lægsta miðalaldurin, ið var 25 ár og 41 dagar.