Liðið hjá Áslu hevur bjargað plássinum í deildini

Seinastu trý umførini kann Piteå spæla frítt

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå kunnu stórfegnast. Tær vera eisini millum tey 14 liðini, ið fara at spæla í bestu svensku fótbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Piteå vann í dag 2-0 á Kristianstad á LF Arena leikvøllinum í Piteå. Ásla spældi allan dystin.

 

Amirah Ali fekk Piteå á sigurskós longu í 10. minutti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Cecilia Edlund til 2-0.

 

Piteå hevur 28 stig á níggjunda plássinum. Nú trý umfør eru eftir at leika hevur Piteå 10 stig niður til Rosengård á triðaftasta plássinum.

 

Piteå kann sostatt spæla frítt í trimum teimum seinastu dystunum. 

 

Sunnudagin 2. november hevur Piteå dyst á útivølli móti toppliðnum, Malmö FF.

 

Ásla og liðfelagarnir á føroyska landsliðnum spæla fríggjadagin klokkan 16 dyst í Baltic Cup móti Litava í Raudondvario. Hini bæði liðini í kappingini eru Estland og Lettland.