Tað verður ikki á hesum sinni, at Fridrikka Clementsen sleppur at spæla steypafinalu í Íslandi saman við liðfeløgunum í ÍBV.
Fríggjakvøldið leikti ÍBV steypahálvfinalu móti Þrótti á AVIS leikvøllinum í Reykjavík. Þróttur vann dystin 1-0. Sigursmálið var skotið tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Sambært fótbolti.net var Þróttur bara betra liðið, og vann seg tískil uppiborið í steypafinaluna.
ÍBV kann nú hugsavna seg um landskappingina. Ólavsøkukvøld klokkan 19 hevur ÍBV dyst á heimavølli móti FH.











