Landsliðsleikarin, Marita Mortensen og liðfelagar hennara tryggjaðu sær í kvøld fyrstu tvey stigini í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Aftaná trý tap á rað vann HØJ í kvøld á heimavølli 33-29 á Sønderjyske. Í steðginum var útiliðið á odda við einum máli, 15-14. Seinna hálvleik vann HØJ 19-14.
Marita skoraði trý mál og legði upp til eitt mál (assist).
Fríggjakvøldið 3. oktober spælir HØJ dyst á útivølli móti Bjerrngbro/Silkeborg.