Tað var mánakvøldið, at franska fregattin, sum liggur á molanum, boðaði løgregluni frá, at ein maður hevði flogið við dronu yvir skipinum í einar 20 minuttir hetta kvøldið.
Manningin á skipinum sá ein mann standa undir Landssjúkrahúsinum, sum teir mettu vera dronuføraran.
Fútin segði við Kringarpið á middegi í gjár, at løgreglan hevur tosað við mannin, og at einki var í málinum. Men her er ein misskiljing. Løgreglan hevur tosað við ein myndamann hjá Kringvarpinum, sum hevði flogið við dronu í økinum. Men tað var ikki sama tíðspunkt og ikki yvir fronsku fregattini. So talan var ikki um tann persónin, sum fleyg við dronu yvir fronsku fregattinni mánakvøldið, er staðfest.
Løgreglan kannar framvegis málið. In.fo hevði í gjár eina grein um ein mann, sum tann 20. mars í ár eisini fleyg við dronu yvir fronsku fregattini Auvergne, sum tá lá við molan í Havn.
Vita vita, hvør maðurin er, og vit ringdu til hansara at spyrja, um tað eisini var hann, sum fleyg fronsku fregattini mánakvøldið. Men tað noktaði hann blankt. Eisini at hava flogið yvir fregattini Auvergne tann 20. mars. Men fleiri vitni eru, sum sóu mannin flúgva dronuna yvir fregattini tann 20. mars.