Hesaferð hava vit vitjað á bóndagarðinum vestanfyri ánna Millum Fjarða, sum hjúnini, Regin Borðoy og konan, Óluva J. Midjord, reka. Tey búgva á Dvørgasteinsvegi 4 í Skálafirði, og saman eiga tey fýra synir, sum eru ávikavist 13 og 16 og so tvíburðarnar, Jann og Hálvdan, sum eru 29 ára gamlir.
Jan er útróðrarmaður og hjálpir nógv til á garðinum, tá eingin útróður er, Hálvdan gongur á skiparaskúla – og hin 16 ára gamli lærir til alara hjá Mowi og gongur í skúla í Vestmanna.
Eins og foreldrini, hava synirnir eisini stóran áhuga í bóndagarðinum og teimum umleið 90 áseyðunum, sum eru partur av garðinum.
Ein vælhildin garður
Tað er sjáldan, at tú kemur inn á eitt økið, har ein bóndagarður er, at bæði bygningar og alt, sum er uttan um, er so nossligt, sum á bóndagarðinum hjá Regini og Óluvu.
Her sæst skjótt, at nógv verður lagt í at viðlíkahalda bygningar, maskinur og amboð, og upp ígjøgnum árini eru stórar íløgur gjørdar í garðin, bæði innan við sjálvvirkandi fóðring, mjólkimaskinum á skinnarum og seinnu árini eisini við tveimum køstum og stórum bygningi til maskinur, ungneyt og kálvar.
Í Fjósinum Millum Fjarða, sum tey rópa bóndagarðin – eisini á sínum Facebook-vanga, har tey leypandi siga frá, hvat tey hava at selja, bæði av neyta-og seyðakjøti, starvast í fyrsta lagi hjúnini, Regin og Óluva, eins og børnini hjálpa væl til – alt eftir, hvat er á skránni á garðinum og hjá børnunum.
Bóndin viðgongur, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa ungar føroyingar at arbeiða á einum bóndagarði, hóast tey á garðinum altíð havt lagt seg eftir at gjalda fólki væl og eisini hava roynt at skipað soleiðis fyri, at eisini húskallar hava ávísa frítíð, sum øll arbeiðandi sjálvsagt hava brúk fyri.
- Einki ringt um, at tað eru nógv tiltøk í Føroyum í summarhálvuni við bæði stevnum og festivalum av ymiskum slag, men tað er bara ein veruleiki, at tað riggar ikki við ungum fólki á einum bóndagarði, sum skulu vera burturfrá, tá øll hesi tiltøk eru.
Regin sigur, at umframt arbeiðið á sjálvum garðinum, er tað eisini um summarið og tíðliga um heystið, at bøurin skal sláast, og grasið skal ballast og fáast upp á pláss, umframt at neytini skulu mjólkast, og ungneyt og kálvar skulu passast hvønn einasta dag og fleiri ferðir um dagin.
Á garðinum hjá Regini og Óluvu starvast eisini ein ungur maður úr Ukraina, og bóndahjúnini hava gjøgnum árini havt fleiri útlendingar á garðinum, sum hava roynst sera væl.
- Ukrainin er ikki komin til Føroya sum flótti. Hann kom úr Gotlandi, tá hann kom higar. Hinvegin er daman hjá honum, sum kom seinni til Føroya, komin sum flótti undan krígnum í Ukraina, sigur bóndin.
Seinnu árini hevur verið roynt at skipað soleiðis fyri, at bóndahjúnini hava havt frí annaðhvørt vikuskifti, og tað hevur riggað væl, tó at tað ikki altíð letur seg gera. Á einum bóndagarði eru dagarnir annars langir, og her eru nógvar uppgávur, sum skulu loysast.
- Tú byrjar tíðliga, og arbeiðið er ikki liðugt, fyrr enn langt út á kvøldið, ásannar Regin Borðoy.
Ein vælrikin garður
Tað eru bóndahjúnini, Regin Borðoy og Óluva J. Midjord, sum er ættað úr Skúvoy, ið vit skifta orð við mánamorgunin í hesi vikuni á matstovuni í Fjósinum Millum Fjarða. Vit fáa kaffi, og hjúnini eru bæði blíð og fyrikomandi, og prátið gongur bæði lætt og væl.
- Hetta hava verið nøkur fantastisk ár á garðinum, og her hava vit stórtrivist, og tað gera vit framvegis. Tey fyrstu tvey árini, eftir at vit festu garðin, búðu vit í Funningsfirði, og síðan hava vit búð í Skálafirði.
Tað var tó ikki nøkur løtt uppgáva at byggja garðin upp, og tað tók nøkur ár, áðrenn tey veruliga fótaðu sær, og garðurin veruliga fór at geva inntøkur til lívsins uppihald.
- Tá vit tóku yvir fyri sløkum 30 árum síðan, hevði garðurin eina mjólkarkvotu á sløk 80 tons. Her vóru fá neyt, og her kom lítil mjólk. Tískil var ikki nógv at liva av hjá okkum báðum við tveimum blæðubørnum, ásannar Regin Borðoy.
Tey fyrstu árini á garðinum fingu tey góða hjálp frá familju, vinum og kenningum.
Konan, Óluva, sigur seg minnast, at ein av stóru útreiðslunum teir fyrstu mánaðirnar vóru blæðurnar til tvíburðarnar, Jan og Hálvdan.
Regin leggur aftrat, at tað tók faktiskt fleiri ár at byggja bóndagarðin og mjólkarframleiðsluna upp, og tað var ikki fyrr enn mjólkarkvoturnar gjørdust umsetiligar, at verulig gond kom á.
- Tá løgdu vit okkum eftir at hava eina so stóra mjólkarkvotu, at vit kundu hava ein veruligan umsetning. Málið var at hava ein so góðan rakstur, at vit kundu hava fólk til arbeiðis, so vit sjálvi kundu hava frí onkuntíð.
Bóndin ásannar, at tað er nógv hent hesi skjótt 30 árini, og í dag er Fjósið Millum Fjarða ein spennandi og vælrikin fyritøka, sum eisini hongur væl saman fíggjarliga.
- Vit rinda meira enn hálva aðru millión í lønum um árið, og harumframt hevur fjósið seinnu árini havt eitt avlop fyri skatt á umleið eina millión.
Nógvur bøur er veltur, og garðurin eigur stráfóður til øll kríatúrini.
- Tó velja vit at keypa nakað av turrum stráfóðuri úr Íslandi, tí vit halda tað vera gott fyri neytini at fáa nakað at góðum og turrum hoyggi eisini, sigur Regin Borðoy.
Ikki borin til garð
Áhugin hjá Regini fyri seyði kom, tí hann hevði ein mammubeiggja á Oyri, sum røktaði í nógv ár.
- Mammubeiggin var sjómaður, og tá hann var burtur, plagdi eg longu sum eini 10-12 ára gamal at hjálpa honum. Hevði hann okkurt í gongd, sum ikki var liðugt, tá hann noyddist avstað aftur, plagdi eg at taka um endan, men í familjuni var eingin mjólk.
Hóast áhugin fyri seyði var stórur, var tó einki, sum bendi á, at Regin nakrantíð fór at gerast mjólkarbóndi í Føroyum.
Sum ungur fór hann í læru á Skála Skipasmiðju sum maskinsmiður í 1986, og hann gjørdist sveinur í 1990. Óluvá, sum gjørdist kona hansara, gekk í skúla við Gøtugjógv, og her varð hon liðug í 1993.
Meðan vit sita og práta á garðinum, greiðir Óluva soleiðis frá:
- Eg sá eina lýsing í føroysku bløðunum, har ein minkagarður í Íslandi søkti eftir fólki at passa minkar, og sum eg skilti, høvdu tey havt onkran føroying á minkagarðinum áður.
Eftir summarfrítíðina í 1993 fór hon til Íslands og var her fram til jólar. Tá minkarnir skuldu slaktast, var eisini brúk fyri fólki, og tá vendi hon sær til Regin og spurdi, um hann eisini hevði hug at koma yvir.
- Jú, tað kundi eg gott, og so fór eg yvir til Íslands at slakta minkar, leggur Regin brosandi aftrat, meðan vit sita og práta.
Bæði á landbúnaðarskúla
Tá Regin var vorðin maskinsmiðjur, hevði hann hug at læra til maskinmeistara, meðan Óluva hevði hug at fara á landbúnaðarskúla á Suðurjútlandi.
- Eg var sloppin inn á maskinmeistaraskúla í Fredericia, men hetta endaði ístaðin við, at vit bæði fóru á landbúnaðarskúla. Vit vóru ung, og mín tanki var ivaleyst at lenda “bleytt” í Danmark, so vit endaðu á bæði á sama skúla og í sama flokki.
Brosandi sigur Regin, at hevði hann tá verið farin á maskinmeistaraskúla ístaðin, var hann neyvan nakrantíð vorðin bóndi.
- Tá hevði eg kanska havt verið útisiglari hesi árini, leggur hann aftrat.
Tað var, meðan Regin og Óluva vóru í Danmark á landbúnaðarskúla, at tey fingu at vita, at møguleikar vóru at yvirtaka garðin Millum Fjarða.
- Vit høvdu tá verið knýtt at skúlanum í hálvt annað ár og høvdu nomið okkum teir førleikar, sum skuldu til fyri at kunna gerast festarar og reka ein bóndagarð.
Tá tey hyggja í bakspeglið, var tað ein stór avgerð at taka at festa garðin Millum Fjarða, men hvørgin teirra angrar avgerðina, tí hetta hevur verið ein ógvuliga góð tíð hjá familjuni.
Garðurin lýstur til sølu
Tað kann kanska tykjast løgið, at garðurin Millum Fjarða nú er lýstur til sølu, tá hetta er ein fyritøka, sum bæði hevur ráð at løna fólki og hevur góð avlop í rakstrinum.
Men, søgan er í stuttum, at Regin Borðoy fyri 2-3 árum síðan misti sínar likamligu førleikar at reka garðin, tá hann í tveimum umførum hevur slitið spengur í høgru øksl – ta einu ferðina, tá hann lyfti ein kassa, sum glapp niður av einum kanti og í øðrum umfari, tá hann var áhaldsin og gleið.
- Eg havi slitið tvær spengur í høgru øksl, og tað ber ikki til at seyma tær saman aftur, tí tær eru, sum tey rópa tað, sprongdar. Hetta ger, at eg fái ikki armin upp, og tí havi eg heldur ikki fingið mjólkað seinastu tvey árini.
Regin vísir á, at hetta hevur lagt ov stórt trýst á konuna, sum soleiðis hevur fingið eina enn størri arbeiðsbyrðu, eitt nú við mjólkingini og neytakjøtinum, sum skal skerast og pakkast.
- Vit fletta í miðal eini tvey neyt um mánaðin, og neytakjøtið verður bæði selt sum malið og sum steikir. Vit hava góðar umstøður, og vit hava eisini góðar umstøður til pakking og køling, eins og neytakjøtið er rættiliga nógv eftirspurt.
Hann sigur, at tey sum oftast hava fleiri fyrispurningar niðurfyri um neytakjøt, eins og tað eisini gongur væl at selja seyðakjøtið.
- Vit hava góð lomb, og tað stendur ikki á at sleppa av við seyðakjøtið, sigur Regin Borðoy.
Lítil veruligur áhugi
Omanfyri Fjósið Millum Fjarða hevur bóndin bæði grivið út og planerað fyri einum stórum og nútímans fjósi, og bygningurin er eisini teknaður.
- Bæði, tá vit bygdu bygningin til maskinurnar, ið eisini verður brúktur sum fjós til ungneyt og kálvar, og nú vit hava grivið út og planerað til nýggjan fjósbygning, er ein stórur partur av íløgunum goldnar yvir raksturin.
Bóndin sigur, at málið hjá honum og konuni altíð hevur verið at rinda íløgur og skuld í tann mun, sum garðurin hevur borið, og hetta eru tey fegin um í dag.
- Saman við keyptu mjólkarkvotunum, bygging av høllini og íløgunum á bóndagarðinum annars er talan um nógvar milliónir, og tað er fantastiskt, at raksturin hevur megnað at borið hetta.
Regin Borðoy ásannar, at nú likamliga støðan hjá honum er, sum hon er, og einki kann gerast við løstirnar, eru bæði hann og konan avklárað um at selja festibrævið og tær íløgur, sum eru gjørdar á bóndagarðinum.
- Synirnir hava alla tíðina havt góðan hug til garðin, og tað hava teir framvegis, men teir hava ikki hug at festa. Tað skilja vit væl, tí ein garður krevur, at øll familjan er við. Soleiðis er tað bara.
Hann vísir á, at nú garðurin hevur verið lýstur til sølu, hevur reelli áhugin ikki víst seg her heima í Føroyum.
- Hinvegin hava vit fyrispurningar úr Danmark, og her er tað ein ung familja, sum er áhuga í garðinum. Tey hava rikið ein bóndagarð, sum verður avhendaður síðst í hesum árinum.
Regin sigur, at danska familjan hevur verið í Føroyum, og tíðliga næsta ár koma tey heim til Føroya við sínum børnum.
- Tað er okkara størsta ynski, at garðurin verður rikin víðari og í tí standi, hann er. Í hesum førinum er talan um eina danska familju, sum er troytt av tí umsitingarliga, sum er meira tíðarkrevjandi og trupult í einum ES-landi, sum Danmark er, enn tað er í Føroyum.
Í fyrstu syfti er ætlanin, at Regin og Óluva skulu at reka garðin Millum Fjarða í eina tíð saman við donsku hjúnunum, og so fæst at síggja, hvussu verður.
Regin sigur, at donsku hjúnini, sum hava fýra børn, harav tað elsta er 12 ár, hava rikið garðin í Suðurjútlandi í 11 ár, men í viku 2 í komandi ári pakka tey kuffertini og koma heim til Føroya at royna seg sum bøndur her.
At trýsta á “start”
- Vit hava ikki mjólkirobott, men mjólkimaskinurnar hanga á skinnarum, og vit mjólka 10 neytum í senn. Mjólkingin tekur millum ein og hálvan annan tíma, og fóðringin koyrir sjálvvirkandi.
Tað undrar bóndan Millum Fjarða eitt sindur, at veruligi áhugin ikki er størri í Føroyum.
- Her hava vit eitt fjós við neytum og stórari mjólkarkvotu, umframt at planerað er fyri nýggjum fjósi. Fyritøkan er vælvirkandi, og tað er bara at trýsta á “start”, so koyrir tað, sigur 56 ára gamli, Regin Borðoy.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##