Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås SK vunnu seg í kvøld víðari úr øðrum umfarinum í svensku steypakappingini.
Í útidysti móti Enköping úr triðbestu deildini eydnaðist tað Västerås at vinna 2-1. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1.
Triðjudeildarliðið leyp hvøkk á Västerås við at leggja seg á odda 1-0 aftaná eitt mistak í verjuni hjá Västerås. Tá vóru 27 minuttir leiktir av dystinum. Beint undan steðginum eydnaðist tað tó Abdelrahman Boudah Saidi við einum góðum stútara at javna til 1-1.
Mattias kom á vøllin aftaná steðgin, og tá 63 minuttir vóru leiktir tryggjaði Melvin Ljungqvist Västerås pláss í triðja umfarinum í steypakappingini. Mattias setti álopið í gongd, ið førdi til sigursmálið.
HER ber til frá Expressen at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Mattias hevur nummar 30 á rygginum.
Komandi sunnudag klokkan 13 spælir Västerås SK aftur dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini. Tá verður talan um dyst á heimavølli móti Kalmar FF.










