Í kvøld spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í CSM Bukarest fyrsta dystin í bestu rumensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Talan var um grannauppgerð á útivølli móti Rapid Bukarest.
Í steðginum stóð illa til, tí tá var Rapid Bukarest á odda 16-12. CSM Bukarest fekk tó tamarhald á støðuni í seinna hálvleiki. CSM Bukarest vann eisini seinna hálvleik 16-9, og harvið dystin 28-25.
Pernille var mest í leiklutinum sum verjuleikari seinastu løtuna av dystinum.
Týsdagin klokkan 15 er aftur grannauppgerð á skránni hjá CSM Bukarest. Tá verður talan um dyst á heimavølli móti Stiinta Bukarest.











