Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Skanderborg hava enn fyrsta stigið til góðar aftaná trý tey fyrstu umførini í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Ígjár tapti Skanderborg í FREJA Arena í Skandborg 21-29 (10-14) fyri Nordjysk Elite.
Kappingarneytin hjá Rakul stóð betri ígjár. Lucca Else Bøg Hede bjargaði átta av 24 málroyndum. Rakul fekk níggju málroyndir móti sær, men bleiv ikki noterað fyri nakra bjarging.
Komandi sunnukvøld klokkan 18 hevur Skanderborg dyst á útivølli móti liðnum hjá Janu Mittún, Viborg.










