Liðini hjá Gunnari og Patriki vunnu

Víkingur Reykjavík er fremst og Breiðablik er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Talan gjørdist um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu 2-0 á FH á heimavølli.

 

Víkingur Reykjavík-FH 2-0 (1-0)

 

Aron Elís Þrándarson '45 1-0

 

Helgi Guðjónsson '84 2-0

 

Patrik Johannesen var á vøllinum teir seinastu 20 minuttirnar tá lið hansara, Breiðablik vann 3-0 á Fylkir á útivølli. Millum málskjúttarnar var gamli 07 Vestur leikarin, Daniel Obbekjær.

 

Fylkir-Breiðablik 0-3 (0-1)

 

 

 

0-1 Aron Bjarnason '45

 

0-2 Daniel Obbekjær '55

 

0-3 Benjamin Stokke '90+

 

2. hvítusunnudag, mánadagin 20. mai klokkan 15 spælir Víkingur á útivølli móti Vestri á Ísafirði.

 

Týskvøldið 21. mai klokkan 20.15 tekur Breiðablik móti Stjörnuni á heimavølli.

 

Støðan:

 

 Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
 1Víkingur Reykjavík650114:615
 2Breiðablik640215:912
 3FH640210:912
 4Valur63219:511
 5Fram63217:411
 6Stjarnan63128:710
 7ÍA630314:99
 8KR621311:117
 9HK62136:107
 10Vestri62044:126
 11KA60247:132
 12Fylkir60155:151