HF Karlskrona vann týðandi dyst á útivølli

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir eru bert ein verri málmun frá einum endaspælsplássi

Bert málmunirin skilir liðið hjá Tróndi Mikkelsen, HF Karlskrona frá einum endaspælsplássi í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann Karlskrona týðandi sigur á útivølli í Helsingborg. Karlskrona vann 36-35 á OV Helsingborg. Karlskrona var á odda 19-14. 

 

Tróndur gjørdi sítt við at skjóta fimm mál, og at leggja upp til trý mál (assist).

 

Karlskrona er nummar níggju í deildini við 26 stigum. Ystad á sjeynda plássinum, og Önnered á áttanda plássinum hava eisini 26 stig. So tað er hørð kapprenning um týðandi áttanda plássið.

 

Sävehof vann uttan Ísak Vedelsbøl 35-33 (14-18) á AMO á heimavølli í Partille.

 

Sävehof er nummar fimm í deildini við 29 stigum.