Valur heldur fast í oddasessinum

Fram og Afturelding vóru fyri tapum í kvøld

Føroyingaliðini í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti vóru í leiki í kvøld.

 

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu á heimavølli 33-26 á HK í høllini á Hlíðarenda.

 

Bjarni skoraði seks mál og var næstbesti málskjúttin hjá Vali. Allan skoraði fýra mál.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram taptu á heimavølli 26-27 fyri Fram. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 14-14.

 

Dánjal skoraði fýra mál.

 

Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding taptu á heimavølli 24-26 (15-13)fyri Þór Akureyri.

 

Stjarnan uttan Jóhannes Bjørgvin á liðnum tapti á heimavølli 26-30 (13-13) fyri ÍR.

 

Valur, Afturelding og Fram hava øll vunnið sær pláss í endaspælinum. Stjarnan stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:Dystir VJT Málmunur +/- Stig
1Valur21 16 0 5692:632 60 32
2FH21 15 1 5648:593 55 31
3Haukar21 15 0 6689:607 82 30
4ÍBV21 13 1 7664:643 21  27
5KA211308678:656 22 26
6Afturelding211218631:609 22 25
7Fram211209648:613 35 24
8HK21 7014 608:659 -51 14
9Þór21 5313 590:643 -53 13
10Selfoss21 5115 637:708 -71 11
11Stjarnan21 4215 576:633 -57 10
12ÍR21 3315 664:729 -65  9