Føroysku flogbóltskvinnurnar eru framvegis ósigraðar á oyggjaleikunum.
Fyri løtu síðani spældu tær ímóti Menorca, har tær føroysku kvinnurnar vunnu enn ein sannførandi 3-0 sigur. Tær hava nú vunnið allar dystirnar og øll settini til oyggjaleikirnar á Jersey.
Føroysku kvinnurnar spæla í morgin finalu. Alt bendir á, at finalan verður ímóti Saaremaa.
Støðan: Føroyar vann 3-0
Sett úrslitini
1 sett: 25-16 til Føroyar
2 sett: 25-12 til Føroyar
3 sett: 25-12 til Føroyar
3 sett:
Føroysku kvinnurnar eru klárar til finaluna í flogbóltskappingini hjá kvinnum á oyggjaleikunum. Føroysku kvinnurnar vunnu ein sannførandi 3-0 sigur ímóti Menorca, eftir at triðja settið endaði 25-12 til Føroyar.
Triðja sett (Føroyar-Menorca) 3-0 til Føroyar, triðja sett endaði 25-12 til Føroyar
2 sett:
Tað líkist einum greiðum sigri til føroysku kvinnurnar í hálvfinaluni. Føroyar vann annað settið sannførandi 25-12, har millum annað Sofía Purkhús servaði 6 bóltar á rað, sum góvu stig.
Annað sett (Føroyar-Menorca) 2-0, annað sett endaði 25-12 til Føroyar
1 sett:
Fyrsta sett er júst liðugt, og okkara kvinnur vóru greitt omaná. Tær vunnu 25-16 í fyrsta settinum, og føra harvið 1-0.
Fyrsta sett (Føroyar-Menorca) 1-0, settið endaði 25-16 til Føroyar
Á føroyska kvinnulandsliðnum spæla hesar:
Anja Danielsen, Fleyr
Anna Sunadóttit Hansen, Dráttur
Birgit Guttesen, Amager
Birita Joensen, KÍF
Eina Stephania Kalsø, Amager
Elisabeth Purkhús, Mjølnir
Eva Winther Nagata, Fleyr
Femja Fróðadóttir Mortensen, TB
Guðrun Simona Lindenskov Joensen, KÍF
Karina Poulsdóttir Debes, VLI
Sofía Purkhús, Amager
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Urd Tormóðsdóttir Traðará, Aalborg
Venjarar eru Boban Ilic og Bartal Eliasen.