Fyrrverandi demokratiska varaforsetaevnið Joseph Lieberman kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann styðjar republikanaran John McCain til forsetavalið í novembur. Í røðu á republikanska uppstillingarfundinum segði Lieberman, at eftir hansara tykki er John McCain tann rætti maðurin til amerikanska forsetaembætið, tí hann hevur drúgvar royndir og letur seg ikki trústa. Hann ásannaði, at Barrack Obama er skilagóður, og at hann uttan iva fer at gera nógv gott fyri USA seinni. Joseph Lieberman var demokratur, men situr í dag í Senatinum sum uttanflokkamaður.