Linda: Føroyar er jantulógarinnar land

- Hóast eg komi frá jantulógarinnar landi, tori eg eftir nógv ár at siga, at eg havi x-factor, sigur Linda Andrews Í samrøðu við DR sigur Linda, at hennara størsta styrki er, at hon hevur megnað at trúð uppá seg sjálva. Hon sigur, at tað hevur tikið henni fleiri ár at vinna sjálvsálit, og ikki at kenna seg minni verda ella bangna.

- Eg havi vunnið á hesum tonkum. Eg geri nú tað sum eg droymi um at gera, og eri tann sum eg vil. Eg eri fantastisk, sigur Linda við DR.

Víðari sigur hon, at x-factor er nakað, ið eingin veruliga veit hvat er. Men vit duga allarhelst at síggja x-factorin, tá hann er til staðar. Tónleikurin er bert ein háttur at vísa á ein boðskap, og sínar kenslur og hugsanir. Eg samskifti umvegis tónleik, og eg leggi alla orku eg havi í tónleikin, tá eg framføri, og eg haldi, at tað nertur við hjarta hjá fólki.

- Hóast eg komi frá jantulógarinnar landið, so tori eg at siga, at eg havi x-factor, sigur Linda Andrews.