Linligt

B36 megnaði heldur ikki at fáa fult móti einum av botnliðunum á heimavølli, tá ÍF vitjaði í Gundadali í gjár. Í einum linligum dysti fingu áskoðararnir tvey heldur sjáldsom mál

Fótbóltur

Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist ikki B36 at vinna øll stigini í Gundadali móti liði, sum stríðist um niðurflyting. Fyrr í ár fekk Skála málleysan javnleik í høvuðsstaðnum, og í gjár fingu fuglfirðingar stig heim við í viðførinum.

Tvey heldur sjáldsom mál var uttan iva tað, sum sat eftir í minnunum á flestu áskoðarunum eftir dystarlok í gjár. Hóast B36 var nógv á bóltinum, og í løtum hevði møguleikan at avgerða linliga dystin, so vildi bólturin ikki í netið. Eina stigið var tryggjað, tá Karoly Potemkin slapp ígjøgnum í høgru, og sendi í feltið, har Áki Petersen var óheppin at beina bóltin í egið mál. Og tað var einsta løtan, har fólk kundu frøast í B36-húsinum í gjár.

Óhepni Jørgensen

17 ára gamli Hans Jørgensen loysti í gjár Meinhardt Joensen av í B36-málinum. Ungi málverjin er leigaður úr Fremad Amager, men hann fekk ikki eina heldur keðiliga byrjan. Fyrsti triðingurin av fyrra hálvleiki var leiktur, tá Alex José Dos Santos spældi bóltin aftur til hansara. Eitt sindur trýstur royndi hann at sparka burtur við vinstra beininum, men kúlan endaði beint fyri føturnir á Nenad Saric. Hann ivaðist ikki, og sendi í netið.

Framman undan hevði heimaliðið havt tríggjar upplagdar møguleikar at lagt seg á odda. Bergur Midjord og Nagy Tamás royndu við høvdinum, og Klæmint Matras var rangstaddur, tá hann prikaði bóltin um málstrikuna.

Uttan Alexander Jovevic, Høgna Madsen, Sasa Jovanovic og Balazs Sinkó royndu gestirnir at stríðast, og tað riggaði væl. Í verjustøðu stóðu teir væl, meðan skjótálopini vóru vandamikil.

Askham broytir

Uttan at skifta út vóru fleiri broytingar á B36-liðnum eftir hvíldina. Millum annað var Alex José Dos Santos fluttur av vongverjanum á vongin, og Klæmint Matras var í miðverjuni.

B36 varðveitti trýsti frá fyrra umfarinum, men trupulleikin var framvegis at fáa bóltin framvið stórspælandi Andras Gango. Santos var sera nær við, Potemkin var einsamallur móti málverjanum, meðan aðrir eisini søktu at – men tað hjálpti lítið.

ÍF smæddist ikki burtur. Í mótálopunum vóru teir ágangandi, og gestirnir vóru eisini nær við at økja um leiðsluna.

B36 mátti hava hjálp, tá teir fingu útjavnandi málið. Áki Petersen gjørdi sjálvmál, sum hevði við sær, at eyðmýkingin ikki gjørdist líka stór hjá árstalsfelagnum.

B36 misti aftur stig á heimavøllinum, og sveiggini hava verið stór í úrslitunum. Fuglfirðingar vunnu sær týðandi stig í botnstríðnum, og á útivølli í Gundadali stóðu teir sera væl.

---

Fakta um dystin

B36 – ÍF 1-1 (0-1)

17.: 0-1, Nenad Saric

76.: 1-1, Sjálvmál

Dómari: Eiler Rasmussen

B36: Hans Jørgensen – Johan V. Gunnarsson, Dmitrije Jankovic, Odmar Færø, Alex José Dos Santos – Klæmint Matras, Magnus Olsen, Róaldur Jacobsen – Tamás Nagy (75.: Johan Ellingsgaard), Karoly Potemkin, Bergur Midjord (27.: Hanus Thorleifsson)

Gult kort: Klæmint Matras og Tamás Nagy

ÍF: Andras Gango – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Jonn Thomsen, Jan Ellingsgaard – Debes Danielsen, Frank Poulsen, Fritleif í Lambanum, Nenad Saric – Dánjal Pauli Højgaard, Atli Petersen (71.: Vincent Jacobsen)

Gult kort: einki