Tað er Lions Club Eysturoy, ið hevur skipað eina undirnevnd, sum sett er at taka sær av at eyðmerkja og marka staðarnøvn í oynni við skeltum.
Kvívalsheygur er bert eitt stað; skelti eru eisini sett á onnur átta støð í oynni.
Millum onnur kunnu nevnast Toppsteinur, ið stendur nakað norðanfyri Kvívalsheyg, Tingsteinur, inni á Skálabotni og Løgmundaroyra, ið er úti í Fjarðará. Sjálv Vesturdalsá, ið rennur út í Oyndarfjørð hevur eisini fingið skelti.
Oddamaðurin í hesum arbeiði er Regin Joensen, múrari á Skipanesi. Tað var eisini eftir uppskoti frá Regini, at ætlanin varð sett í verk. Ætlanin er, at tiltakið skal fremja varðveitsluna av staðarnøvnum, ið ikki vanliga verða havd á munni.
Fyrsta dagin verður farið út á Drotningastein, ið stendur úti í sjónum, á leiðini norðanfyri Toppstein. Tá verður hitt tíggjunda skelti boltað í Eysturoy, og endamálið fyri ætlanina í 1999 verður harvið rokkið?
Arbeiðið heldur ætlandi fram. Komandi ár verður farið til Fuglafjarðar, ella inn á Strendur at seta skelti upp.