Lions Klubbin í Suðuroy gevur Team Rynkeby 50.000 krónur

- Krabbamein er ein sjúka, sum rakar okkum øll. Um hon ikki rakar okkum persónliga, rakar hon ein av okkara avvarðandi.

 

Tað segði Bogi Mortensen, forseti í Lions Klubbanum í Suðuroy.

 

Í hesum sambandi hevur Lions Klubburin í Suðuroy nú gjørt av at stuðla føroyska Team Rynkeby liðnum við 50.000 krónum.

 

Peningurin, Team Rynkeby útvegar, fer óskerdur til bardagan ímóti krabbameini hjá børnum, staðfesti Bjarni Johansen í Vági, tá ið Team Rynkeby fekk gávuna handaða.

 

Hann er ein av teimum 50 súkklarunum sum manna føroyska Team Rynkeby liðið, sum nú fyri triðju ferð, fer at súkkla úr Danmark til París.

- Team Rynkeby hevur sama endamál sum Lions, nevniliga at útvega pening til vælgerandi endamál, segði Bjarni Johansen.

 

Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið eitt starvsfólk á Juice framleiðaranum, Rynkeby, var hjá lækna, og fekk staðfest, at hann hevði roykjaralungu. Í hesum sambandi fann hann upp á, at hann skuldi súkkla til París, at síggja endan á Tour de France. Tað eydnaðist honum at fáa 10 starvsfelagar við sær. Rynkeby stuðlaði ferðini og tilsamans útvegaðu tey 38.000 krónur.

 

Síðani hevur tað vundið upp á seg og nú er Team Rynkeby umboðað í fimm av Norðurlondunum, nevniliga Danmark, Noregi, Svørvíki, Finnlandi og í Føroyum, og tilsamans manna hesi londini 38 lið í ár. Okkurt einstakt ár hevur eisini eitt lið úr Avstralia eisini verið við, og tað nýggjasta er, at nú er eitt lið stovnað í Íslandi eisini, og teir vera við á súkkluferðini næsta ár.

 

Fyri trimum árum síðani varð somuleiðis eitt Rynkeby lið stovnað í Føroyum og fyrstu ferð, føroyskir súkklarar vóru við, var í 2014. Vit fóru eisini við í fjør, og aftur í ár fara 50 føroyingar at súkkla teir 1500 kilometrarnar úr Danmark til París í døgunum frá 10. juli til 16. juli.

 

Endamálið er útvega fíggjarligan stuðul til børn við krabbameini, og teirra avvarðandi, og allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til endamálið.

 

Í fjør útvegaðu øll Team Rynkeby tilsamans yvir 48 milliónir til bardagan ímóti krabbameini hjá børnum, og tilsamans hava tey útvegað slakar 143,6 milliónir, hesi 14 árini, tey higartil hava súkklað.

 

Í fjør útvegaði føroyska Team Rynkebyliðið heilar 945.000 krónur til Krabbameinsfelagið, og tað er áleið tað sama, sum árið fyri, ið var fyrstu ferð, føroyingar mannaðu eitt Team Rynkebylið.