Lions valt Ársins Sandoying

Lions Club Tindur hevur valt Ársins Sandoying, tað bleiv Annfinn og Karin í Soylu.

Lions Club Tindur hevur valt Ársins Sandoying.

 

Tað gjørdist Annfinn og Karin í Soylu, sum vunnu heiðurin. Um orsøkina sigur Lions Club í tíðindabrævið, at  Annfinn og Karin í Soylu hava veitt Sandoyingum, Skúvoyingum og øðrum føroyingum eina serstakliga góða tænastu í samfull 44 ár. Flestu árini uttan av hava feriu yvirhøvur.

 

 

- Saman við sínum trúgvu starvfólkum hava tey hesi árini bakað dygdarbreyð og køkur til okkara kundar, skriva tey. 

 

 

Annfinn og Karin í Soylu fáa tí fyri sítt drúgva og trúgva virki heiðurin sum ársins borgarar í Sandoynni 2016.