Listastevnan tykist væl fyrireikað og væl fyriskipað, men vit skulu hava í huga, at hetta er ein verkætlan fyri milliónir, og at fólk hava arbeitt við hesi ætlan í fullum starvi í heilt ár ella so. Tí er kravið eisini, at verkætlanin er professionell, og at hon er nakað fyri allar aldursbólkar, og at allir tættir innan list og mentan eru umboðaðir.
Spurningurin at stuðla mentan og list verður ofta umrøddur, tí summi halda, at almennur peningur skal sum minst brúkast til mentan og mentanartiltøk. Men tættir, sýningar ella konsertir á listastevnuni eru dømi um, hvussu nógv kann fáast burtur úr at stuðla mentan og hjúkla um tær ungu nálirnar, sum koma undan her á klettunum.
Høvdu vit t.d. ikki havt musikkskúlan kring landið, hevði tónleikalívið verið nógv fátækari bæði á bygd og í bý. Hann er bara ein møguleiki. Tann nógv umrøddi listaskúlin má nú av álvara fáast upp á beinini, soleiðis at vit eisini í størri mun kunnu hjálpa ungum eg eldri spírum longur ávegis.
Hetta er ein partur av mentapolitikkinum. Tí er tað skeivt, tá sagt verður, at vit hava ikki nakran mentanarpolitikk. Men spurningurin er altíð, hvussu stóra játtan kann mentan og list fáa á fíggjarlógini, tí vit vita, at fíggjarliga tilfeingið er avmarkað. Og vit kundu altíð ynskt, at t.d. sjónleikur, sum eisini er í fagrasta blóma, fekk meiri.
Tað sama ger seg eisini galdandi fyri søvnini, ikki minst søvnini kring landið, sum óivað kundu fingið meiri og størri hjálp, so tey vórðu betur skipað og vóru fleiri í tali, tí tey vísa jú ta lokalu søguna á landi og á sjógvi. Men í hesum døgum fegnast vit um, at vit hava fingið nógvar gamlar gripir heim, fyrst og fremst Kirkjubøarstólanar, sum í hesum døgum verða sýndir fram á Fornminnissavninum í Hoyvík.
Tá alt hetta er sagt, skal spurnartekin setast við, um tað er rætt at brúka so nógvan pening til eitt slíkt og so stórt tiltak, sum listastevnan er? Ella um ein partur av peninginum heldur skuldi farið til sjálva listina, samstundis sum stevnan kanska var minni í vavi og bara var løgd í eina viku, so hon var meiri savnað? Onkur kann fáa tann tanka, at stevnan verður eitt endamál í sjálvum sær.
Men henda viðmerkingin skal ikki taka nakað frá tí glæsiligu stevnuni, sum bæði vísir føroyska list og mentan, eins og vit eisini fáa ein útlendskan ráka at kenna. Vit ynskja tí tillukku og vóna, at tiltøkini verða væl vitjað, so sigast kann, at stevnan eisini verður væl eydnað.