Listafólk gera vart við sína ónøgd

- Tað hevur ikki so stóra ávirkan heilt ítøkiliga, at føroysk listafólk boykotta almenn tiltøk, men hinvegin er signalvirði ógvuliga stórt. Tað sigur Ólavur Jakobsen, formaður í Listafólkasambandi Føroya

Fleiri føroysk listafólk taka undir við Sunnleif Rasmussen og hansara boykotti av almennum tiltøkum. Endamálið við boykottinum er at vísa á ónøgdina, við at Mentanargrunnurin verður skerdur við 20 prosentum komandi ár.

Formaðurin í Lisatasambandi Føroya heldur, at boykottið er eitt gott átak.

- Hetta er eitt fínt átak, har fólk fáa møguleika at gera vart við sína ónøgd. Eg haldi tó, at tað er týdningarmikið, at tað er upp til hvønn einstaka, um mann er við í hesum boykottinum ella ikki, sigur Ólavur Jakobsen. Hann vísir á, at fólkini í LISA á ongan hátt eru tvungin at luttaka í átakinum.

- Tey, ið eru í Listafólkasambandinum, mugu sjálvi avgera, um tey luttaka í hesum boykottinum ella ikki. Persónliga haldi eg, at hetta er eitt gott høvi hjá listafólkum at gera vart við, at tað ikki er í lagi, at ein fimtapartur av játtanini verður skerdur í 2013, sigur Ólavur Jakobsen.


Stórt signalvirði í boykotti

Boykottið fevnir um tiltøk, sum landsstýrið skipar fyri, og tað merkir, at ynskir landsstýrið at fáa til dømis Eivør at framføra í samband við onkra almenna vitjan í Føroyum, fer tað ikki at lata seg gera.

- Hetta er ein máti at seta fokus á umstøðurnar hjá listafólkum. Við hesum vísir mann á, at politiski myndugleikin ikki bara uttan víðari kann skerja játtanina og taka listafólk fyri givið, sigur Ólavur Jakobsen.

Á listablogguni hjá Inger Smærup Sørensen og Kinnu Poulsen hava listafólk møguleika at skriva seg á ein lista, har tey vísa, at tey taka undir við boykottinum. Byrjað var upp á listan í gjár, og alt fyri eitt var áhugi fyri at skriva seg á listan.

- Beinanvegin í gjár byrjaðu fólk at skriva seg á listan, og tað sær út til, at listin er rættiliga skjótt vaksandi, sigur Kinna Poulsen.

Hon heldur, eins og formaðurin í Listasambandi Føroya, at signalvirði í einum slíkum boykotti er stórt.

- Hetta hevur ikki nøkur praktisk árin so at siga. Listafólkini boykotta øll tey tiltøkini, sum landsstýrið stendur fyri, og eg haldi, at tað hevði verið ógvuliga pínligt, um so var, at tey ynsktu at fáa okkurt listafólk at framføra til okkurt tiltak, og viðkomandi so ikki luttekur orsakað av skerjingini av mentanargrunninum, greiðir Kinna Poulsen frá og leggur afturat:

- Hyggja vit eftir listanum, so er tað heldur ikki hvør sum helst, ið hevur skrivað seg á, sigur Kinna Poulsen.

Á listanum eru eitt nú Mikael Blak, Eivør Pálsdóttir, Petur Pólson og Teitur Lassen.


Listafólk umboða Føroyar

Ein av orsøkunum til at formaðurin í Listasambandi Føroya og Kinna Poulsen taka undir við boykottinum er, at tað arbeiðið, sum listafólk gera, eigur á ongan hátt at verða fatað sum ein sjálvfylgja. Og tað halda tey, at listin ofta verður.

- Eg eri samd við Sunnleif Rasmussen, tá hann sigur, at einki samsvar er millum, hvat listafólkini gera fyri Føroyar, og hvat Føroyar gera fyri listafólkini. Játtanin til listafólk er frammanundan ikki stór, og at mann loyvir sær at strika ein part av játtanini, tað er ikki í lagi, sigur Kinna Poulsen.

Ólavur Jakobsen harmast um, at listin í hesum døgum fær fokus orsakað av hesum boykottinum, tí tað gongst framúr væl hjá føroyskum listafólkum í løtuni.

- Tað er keðiligt, at vit tosa um hetta, tí føroysk listafólk, sum arbeiða herheima og uttanlands klára seg væl í løtuni, sigur Ólavur Jakobsen og heldur fram:

- Føroysku listafólkini eru í stóran mun við til at mynda Føroyar og umboða okkum eisini uttanlands. Tað verður tosað nógv um Føroyar sum ferðavinnuland, og í tí sambandi og eisini serliga í marknaðarføringini spælir føroysk list ein stóran leiklut. Tí kann tað ikki vera rætt, at mentanargrunnurin skal skerjast.


Mangla virðing

Ólavur Jakobsen og Kinna Poulsen vísa á, at listafólk í stóran mun mangla virðing frá politisku skipanini.

- Listafólk fáa ikki nógvan pening frammanundan, og marknaðurin er eisini avmarkaður. Hjá einum stórum parti av føroysku listafólkunum virkar upphæddin frá mentanargrunninum sum startkapitalur. So skerjingin av játtanini vísir vælsaktans eisini, at listafólkini ikki fáa røttu virðing, sigur Ólavur Jakobsen.

Hann fegnast tó um, at listafólk sum heild fáa stóra virðing millum fólk.

- Hóast tey ikki verða vird av politisku skipanini, so er tað mín fatan, at listafólk hava stóra virðing millum vanliga føroyingin, sigur Ólavur Jakobsen. Eisini Kinna er samd við Ólavi Jakobsen, at føroysku listafólkunum væntar virðing frá politisku skipanini.

- Tað virkar fyri mær, sum at tá tað er eitt alment høvi, reypa vit óført av okkara dugnaligu listafólkunum, men samstundis vil mann ikki stuðla teimum frá politiskari síðu. Tað sigur eitt sindur um, hvussu tey verða vird, sigur Kinna Poulsen.