Listaframsýning í Smiðjuni

Hon er opin til sunnudagin

Í gjár læt upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Men framsýningin varar ikki longi, tí hon endar longu nú sunnudagin, 9. november. Opið er hvønn dag frá kl. 14-18.

Tað eru tær báðar Cecilia Vestureið og Vígdis Sigmundsdóttir Højgaard, sum sýna fram.