Inspirerandi framsýningin hjá Tóroddi Poulsen á Skipasmiðjuni er sum eitt listarligt omanlop, ið skapar nýggjar myndlistarligar rásir, sigur Kinna Poulsen, ummælar Antin verkini hjá Tóroddi eru ljót ella dekorativ, provokerandi ella sublim, speisk ella banal, vekja tey eina viðkomandi kenslu í áskoðaranum.
Sum til dømis myndin ?Hjólveldi?, ið ímyndar eitt føroyskt flagg, har reyða krossmerkið og bláa rondin eru myndað av súkklistum, meðan fimm strikumenn í tjóðveldistroyggju syngja lystiligan felagssang.
Í lýsingini av karikeraðu vertsskapsnationalistunum fær súkklarin eyðvitað ein speiskan tóna, sum sprettur av mótsetninginum millum teir banalu súkklistarnar og hátíðarliga, tjóðskaparliga myndevnið.
Videolistaverkið ?Sig tað bundna? kann virka sum eitt slag av fatanarlykli til alla framsýningina.
Filmurin lýsir listamannin í svørtum sólbrillum à la Warhol, meðan hann upp í saman murrrar da di da di da di da di da di. Smáu frávikini geva hvørjari reglu sín egna dám, eins og í nógvum av myndunum í frábrigdunum, ið standast av, at allar súkklur, stólar og fet eru fríhendistekningar, sum eru teknaðar ein og ein.
Ein hin besta installatiónin er gøtukusturin, sum er í ferð at feia eina rúgvu av pappírsbátum saman. Installatiónin er vøkur og poetisk og sýnir forkærleika listamansins fyri at nýta og endurnýta lutir úr gerandisdegnum, ið vit ikki vanliga seta í samband við ta fínu og hámentanarligu myndlistina.
Framsýningin prógvar enn einaferð, at Tóroddur Poulsen telist millum týdningarmestu listafólkini í Føroyum í løtuni, staðfestir Kinna Poulsen.
Framsýningin er opin frá klokkan 14 til 18 fram til sunnudagin