Listasavn Føroya frøðist um bók um Trónd Patursson

TíÐindaskriv

Listasavn Føroya frøðist um, at bók verður givin út um ein av okkara víðagitnu listafólkum, Tróndur Patursson.
Fyri at hátíðarhalda hesa hending bjóða vit almenninginum inn á gólvið mikudagin 23. apríl (sum eisini er altjóða bókadagur) frá kl. 18 til 20.
Bókin má sigast at vera sera væl úr hondum greidd. Rithøvundurin roynir at geva eina heildarmynd av verki og lívi Tróndar, og tekur einastaðni m.a. soleiðis til: »Eingin annar føroyskur málari hevur, so víðgongd medvitandi og áhaldandi, sum Tróndur Patursson hildið fast um íblásturin frá náttúrini, sum tað avgerandi alfa og omega í listaligari skapan.« (bl.s. 221).
Bókin er eitt megnar verk uppá 259 bl.s. við ikki færri enn 159 myndum. Rithøvundurin er Finn Terman Frederiksen úr Randers Kunstmuseum ? sum áður hevur greitt frá føroyskari list. T.d. »Rød Regn« og bókin um Ingálv av Reyni.
Gunnar Hoydal hevur tðtt til føroyskt.
Tróndur Patursson verðu hjástaddur og signerar bók-ina, sum henda dagin og vikuna út, kann keypast fyri kr. 325,-. Vanligi prísurin er kr. 375,-.