LISTASAVN
Listasavnið á Sandi hevur nú verið opið allar dagar uttan mánadagar síðan 17. juni og er hampuliga væl vitjað. Næstan 1000 fólk, tey flestu føroyingar, men eisini fitt av útlendskum ferðafólki, hava vitjað, og øll lata sera væl at.
Listin, sum Sofus og Gunhild hava savnað, er frálík, og bygningurin, sum Palle Gregoriussen hevur teknað, er sera snotiligur.
Heystfrítíðina afturat er opið týsdag til og við sunnudag kl.14-16, og so er summarskeiðið at enda komið.
Vetrarhálvuna - frá 16. oktober til 15. mai er opið sunnudag kl.14-16 og ein gerandisfyrrapart kl.11-13 um vikuna. Fyri fyrst er ætlanin, at hetta skal vera ein tænasta, sum skúlaflokkar og ferðaløg kunnu ringja og gera avtalu um.