Álit um fjølmiðlar verður handað í morgun

Í morgun fer Fjølmiðakommissjónin at handa Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, álitið um føroysku fjølmiðlarnar. Hetta verður gjørt á tíðindafundi nú klokkan 9.

Tað var í februar, at Helena Dam á Neystabø setti Fjølmiðlakommissjónina at viðgera støðuna í føroyska miðlaheiminum. Landsstýriskvinnan segði, tá kommissjónin varð sett, at hon í tilgongdini at gera public service-sáttmálan við Kringvarpið hevði havt fundir við privatu miðlarnar, sum ynskja, at fyrilit verður havt fyri privata marknaðinum í størri mun enn við verandi miðlasemju. Hon vildi tí,, at kannað varð, hvørji tiltøk kunnu bøta um støðuna á fjølmiðlamarknaðinum, so tryggjað verður, at vit hava eitt breitt útboð av fjølmiðlatænastum til gagns fyri land og fólk.

Uppgávan hjá Fjølmiðlakommissjónini var:

- Skal kringvarpsbygnaðurin vera sum hann er, ella eru aðrir møguleikar, sum betri stuðla upp undir Kringvarpið sum mentanarbera og public service-stovn. Skal Kringvarpið t.d. umskipast til eitt alment partafelag e.l.?

- Hvussu kann Kringvarpið fíggjast í framtíðini, samstundis sum vit á bestan hátt tryggja, at eitt úrval av privatum fjølmiðlum (bløð, portalar og sendistøðir) kunnu virka og halda ásetingar um góðan fjølmiðlasið?

- Eru tað viðurskifti í Føroyum samanborið við onnur Norðurlond, ið gera tað neyðugt og skilagott at velja annan leist at veita Føroya fólki neyðugar public service-tænastur enn tann, sum er ásettur í kringvarpslógini og í public service-sáttmálanum?

Hesið hava mannað fjølmiðlakommissjónina:

Martin Næs, deildarstjóri, formaður

Høgni Reistrup, cand. mag., skrivari

Katrin D. Apol, cand. mag

Enna G. Mikkelsen, cand. mag., tíðindakvinna

Sigmund Poulsen, advokatur

Ina Hyttel Hammershaimb, cand. oecon.

Alda Joensen, fulltrúi, samskipari

Landsstýrikvinnan ynskti at fáa eitt álit við tilmæli um, hvussu víðari skal farast fram, tá ið tað snýr seg um føroyskan fjølmiðlapolitikk. Eitt álit, sum kann leggjast fyri politiska myndugleikan til nærri viðgerðar.

Hvat er komið burturúr, fæst at vita eftir tíðindafundin klokkan 9.