Tað vóru átjan sera vónsviknir og nipnir føroyskir spælarar, sum saman við einum meiri ella minni knústum venjara, ið komu út úr mjørkanum og inn undir tak, eftir at finski dómarin, Juha Hirviniemi, hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Skilagóði dómarin hevði ikki havt ábyrgdina av nøkrum sviki, og kekkisku mótstøðumenninir kundu heldur ikki ábyrgdast fyri nakað ólógligt, men tá hugsað verður um yvirskriftina, sum heimskendi kekkiski forsetin, Vaclav Havel, hevur sett yvir mátan, sum hann hevur ynskt, at Kekkia skal mennast uppá, so kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tað er langt frá ynskjunum um moral og at vera heiðurligur og so til tað, kekkisku favorittarnir vartaðu upp við smáar fimm minuttir undan leikloki.
Føroysku spælararnir og venjarin iðra seg um, at teir vóru so mikið naivir, men tað bøtist ikki aftur. Teir høvdu billað sær inn, at tá Hans Fróði Hansen, sum ikki á nakran hátt var kroystur, trillaði bóltin út av síðulinjuni, tí John Petersen lá skaddur inni á vøllinum, so fóru kekkarnir at geva bóltin aftur, soleiðis sum tað plagar at vera gjørt, og soleiðis sum tað í rundskrivi omaná rundskriv frá UEFA og FIFA hevur verið ásett.
Kekkarnir kendu katastrofuna nærkast við risafetum, og so gloymdu teir fair play andan. Eftir innkastið úr seytjan metrum í høgru síðu endaði bólturin hjá innskifta Patrik Berger, sum ikki var á fyrsta listanum frá kekkunum, men kom við, tí Pavel Kuka var vorðin skaddur, hann legði innfyri, javnvágin í føroyska verjuspælinum, sum hevði verið framúr góð, var burtur, og so var Vladimir Smicer púra leysur. Føroyingarnir stóðu sum kánus, meðan kekkarnir hálsfevndust.
Føroyar royndu at kroysta útjavnandi málið ígjøgnum, og serliga var tað væl spælandi Allan Mørkøre, sum var tætt við ? ikki minst tá hann við vinstra beini fluktaði dygst niðri við stólparótina, har málverjin bjargaði sera væl ? men so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð, og tað tóktist ikki sum um nakað bilti sigursróminum hjá kekkunum, sjálvt um teir áttu at havt ringan ráka í munninum.
Høvdið var
við alla tíðina
Tað kennist sum ein klisjé, uppafturtøka og endurtøka, og hvat vit kunnu kalla tað, at siga at føroyska liðið stóð seg væl, sjálvt um tað tapti, men vendingin hevur onga ferðina verið meiri upp á pláss, enn hon var hesa ferðina.
Í 1. hálvleiki var eingin munur á, og í 2. hálvleiki, tá mótstøðumenninir royndu at seta ferðina upp, settu tríggjar nýggjar menn inn, høvdu bóltin nógv meiri, royndu við fleiri langskotum og høvdu ein góðan møguleika, sum Jákup Mikkelsen meistarliga pareraði við blokadu, sum tað er meiri vanligt at síggja málverjar í hondbólti enn í fótbólti útinna, so var ongantíð talan um føroyskt ráðaloysi, tí spælararnir høvdu neyðugu kropsligu orkuna, og støðan bar sinniliga yvirskotið við sær, sum skuldi til fyri at byrgja uppfyri næstan europameistarunum, sum so langt í frá vóru nøgdir við gongdina og útlitini.
Gamaní hevði føroyska liðið lyndi til at detta eitt vet ov langt aftur á vøllin, sum tað leið fram móti endanum, men javnvágin í verjuspælinum varð ongantíð burtur, og onkuntíð eydnaðist at flyta spælið eitt sindur fram.
Stjørnurnar kámaðust
Kekkarnar spældu við Vratislav Lokvenc og Vladimir Smicer á toppinum. Jens Kristian Hansen og Hans Fróði Hansen (hóast hetta bara var onnur landsliðsroyndin, so spældi hann sum ein garvaður veteranur) hildu ? væl stuðlaðir av Óla Johannesen ? teimum í stuttum tjóðri, bæði á jørðini og í luftspælinum, Karel Poborský ætlaðist at hava týðandi leiklut í høgru, men Henning Jarnskor, sum í 1. hálvleiki gjørdi onkur mistøk í uppspælinum, hevði hann í síni hulu hond, og í høgru funnu Allan Mørkøre og Pól Thorsteinsson (undrunarvert at ein maður, sum næstan ikki kann stíga fótin til hóskvøld kann spæla í 90 minuttir í altjóða fótbólti sunnudag) væl útav at tetta fyri Jan Suchoparék, Pavel Nedved og Martin Cizek, ið ætlaðist at hava sama leiklut í vinstru sum Poborský skuldi hava í høgru, soleiðis at heilt fáir ? og eingir vandamiklir ? høgir bóltar komu í brotsteigin.
Allan Mørkøre, sum í útgangsstøðuni lá eitt sindur fremri og innari enn B36 maðurin, fekk gult kort á hálva tímanum og tað var týðuligt, at mótstøðumenninir royndu at spæla uppá, at hann skuldi fáa eitt afturat, men tað hjálpti væl móti hesi hóttanini, tá Pól Thorsteinsson og Allan Mørkøre býttu um pláss.
Julian Johnsson arbeiddi sum ein hestur, og hann vann fleiri luftbóltar ? ikki minst eftir longu og neyvu útspælini frá Jákupi Mikkelsen. Kongsvinger maðurin bjóðaði seg eisini til nakrar ferðir í álopspartinum, tá hann fór framvið í vinstru, men hóast hann nú er yrkisspælari, so er tað framvegis í verjupartinum og í mann móti manni støðunum, at hann hevur sína styrki og ikki í uppbyggjandi partinum.
Sum í Bosnia-Hersegovina var John Petersen, sum hevði arbeiðshestin og snaringspunktið í tí mesta kekkiska spælinum, Jirí Nemec, ímóti sær á sentrala miðvøllinum, ein tann mest eyðsýndi føroyingurin. Hann megnaði at vinna bóltar, at halda uppá teir og at spæla víðari, og hann hevði rættar støður.
Tað var torført hjá Una Arge og Toda Jónsson á toppinum, og tú kundi onkra ferðina ynskt, at teir vóru betri samanspældir, men tað var um reppið, at samanspæl millum teir báðar tíðliga í 2. hálvleiki hevði føroyskt leiðslumál við sær. Uni Arge smoygdi sær framvið einum í høgru, smekkaði flatt innfyri, bólturin streyk framvið málinum, og Todi rakk akkurát ikki fram at stýra bóltinum í kassan.
Sýnið vánaligt
men góð útlit
Hóast tvey tap á útivølli, harav tað í Estlandi kendist sera eyðmýkjandi, so tykist landsliðið framvegis hava áhuga millum føroyingar.
Stórar partar av 1. hálvleiki og allan 2. hálvleik gjørdi eysturættin, at mjørkin lá so mikið tjúkkur omanyvir Svangaskarð, at tað bilti við sýninum. Finski dómarin segði seg kortini ongantíð hava trupulleikar av at fylgja við, og so varð dysturin avgreiddur eftir ásettu tíðini.
2700 áskoðarar tóku á við føroyingum, og í 86 minuttir bara vaks trúgvin uppá, at tað fyri fyrstu ferð á Svangaskarði skuldi fara at bera til at fáa stig frá einum av teimum stóru í Europa.
Men so var tað, at føroyingarnir roknaðu við kurteisni og ítróttaranda, sum sømir seg. Kekkarnir settu møguleikan at fáa stigini hægri, og í avrokningini fer til allar tíðir at standa, at Kekkia vann 1-0 á Svangaskarði 6. september í 1998. Hvussu teir fingu málið, fer skjótt at verða gloymt í Kekkia og ivaleyst kring um í Europa. Men tað verður leingi, áðrenn sviðin frá hasum vónbrotinum verður burtur heima á klettunum.