Lítið av yngli í summar

Nøgdin av fiskayngli er lítil í ár, bæði á Landgrunninum og Føroyabanka, tó burtursæð frá hýsu og lodnu á Landgrunninum. Eisini er miðallongdin á flestu fiskasløgum eitt vet minni enn miðal fyri alt tíðarkeiðið. Tað vísti yngul- og ætikanningin við Jákup Sverra í juni 2025

Havstovan skrivar, at miðalhitin í sjónum á Landgrunninum lá millum 9,6 og 9,9 °C. Hetta er heitari enn seinastu árini. Eftir at saltinnihaldið í eitt tíðarskeið hevur verið rættiliga lágt, er tað nú hækkað aftur. Sveiggini tykjast at hava samband við skiftandi styrki á Subpolara Meldrinum í Irmingerhavinum, sum ger, at summi tíðarskeið fáa vit meira av feskari sjógvi vestanífrá og onnur tíðarskeið meira av saltari sjógvi úr útsynningi.

 

Samlaði gróðurin á Landgrunninum, frá á vári og til síðst í juni, er nakað yvir miðal. Aðrar kanningar hjá Havstovuni hava víst, at gróðurin hevur verið rættiliga ójavnur hetta tíðarskeiðið. Hann byrjaði rættiliga tíðliga í vár, minkaði síðan aftur í mai, men vaks so nógv í fyrru helvt av juni. Í seinnu helvt av juni minkaði hann aftur heilt nógv. Samlaði gróðurin er sostatt eitt úrslit av sera ójøvnum gróðri í vár og í summar.

 

Gróður á Landgrunninum frá á vári og til 26. juni, árini 1990-2025. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini.

 

Havstovan hevur fleiri ferðir víst á, at tað er eitt greitt jaligt samband millum nøgd av gróðri og tilgongd til toskastovnin. Nøgdin av yngli í ár er tískil heldur minni enn væntað í mun til nøgd av gróðri. Møguliga hava vánaligu umstøðurnar í mai havt munandi neiliga ávirkan á yngulvísitalið í ár. 

 

Túrfrágreiðing frá yngul- og ætikanningini kann lesast her.