Tað sigur Lasse Vestergaard, leiðandi lækni á Deildini fyri smittufarsótt og fyribyrging á Statens Serum Institut í Danmark (SSI), eftir at eitt deyðiligt útbrot av hantavirus er funnið á einum ferðamannaskipi.
– Hóttanin er, at smittað ferðafólk frá skipinum ella teirra nærmastu sambond koma higar og spjaða smittuna.
– Váðin er lítil, men tað er týdningarmikið at spora møguliga smittað fólk frá skipinum, sigur hann.
Lars Jørgen Østergaard, leiðandi lækni á Århus Universitetssjúkrahúsi og professari í smittandi sjúkum, avsannar eisini, at hóttanin um virusútbrot í Danmark er komin nærri.
12. september í 2024 vitjaði MV "Hondius", har smittan nú er umborð, í Føroyum.
Tað legði at bryggju í Vági, og umborð vóru 115 ferðafólk.
MV Hondius er 108 metrar langt og tekur upp til 196 ferðafólk og manningin telur 70.










