Lív á bankanum eftir Líraberg

Um middagsleitið kom Rescue Lív á Havnina við útróðrarbátinum Líraberg, sum hevði fingið motorskaða.

 

Líraberg var staddur á Føroya Banka, einar 60 fjórðingar úr landi, tá motorin steðgaði. Av tí at Brimil er virkin í frálandavinnuni í hesum døgum, varð bjargingarbáturin Lív sendur avstað.

 

Líraberg er útróðrarbátur í bólki-5B. Talan er um ein glastrevjabátbát, bygdur í 2004.