– Høga inflasjónin hevur verið avbjóðandi í 2022. Fíggjarmarknaðurin væntar hægri rentur, og tað hevur við sær, at bæði parta- og lánsbrævakursir eru lækkaðir, og tað ávirkar avkastið negativt.
Hetta sigur Tryggingarfelagið LÍV í tíðindaskrivi í dag.
– Russiska innrásin í Ukraina seinastu vikuna ger, at ótryggleikin á fíggjarmarknaðinum hækkar, og tað er negativt fyri marknaðin. Enn er ov tíðliga at meta um búskaparligu avleiðingarnar, men so hvørt sum politisku revsitiltøkini verða herd, so kann roknast við, at tað ávirkar búskapin negativt.
Pensjónsuppsparingin verður støðlað sum ein langtíðaríløga.
– Tá talan er um eina langtíðaríløgu, so kann væntast, at tað verða ávís tíðarskeið, har avkastið verður negativt. Seinastu árini hevur fíggjarmarknaðurin verið gjøgnum eina KT bløðru, fíggjar- og koronukreppu. Hóast avkastið var negativt hesi tíðarskeiðini, so er marknaðurin hækkaður aftur, siga tey úr LÍV.
Í sambandi við vanlukkuligu støðuna hjá ukrainska fólkinum og at revsitiltøk eru sett í verk, so hevur LÍV tikið avgerð um at selja tær íløgur, sum samtakið hevur gjørt í russisk virðisbrøv, í tann mun tað er møguligt. Íløgurnar hjá LÍV í russisk virðisbrøv svara til umleið 0,3% av samlaðu íløguognunum hjá LÍV samtakinum.