Í summar verður ein nýggj og spennadi røð, har ferðafólk og tónleikaáhugaðir føroyingar kunna hoyra um føroyskan nútíðartónleik og tónleikasøgu á ein ørvísi og livandi hátt. Pæsastovu ella Pætursarstova, sum søguliga húsið í Bringsnargøut í Havn yvir av Katrinu Christiansen eisini verður rópt, verður karmur um frásøguna.
Eitt nú verða tað spæld brot úr gomlum upptøkum av kvæðum, kingosálmum, skjaldur og vísum og nýggjum útgávum, sum nýtíðartónleikarar hava brúkt sum íblástur, ella beinleiðis hava tulkað. Eitt dømi er vísan við Ólavur Riddararós, sum eitt nú er at finna á útgávum hjá Týr, Harkaliðnum, Valravn og Barnaverkætlanini hjá Symfoniorkestrinum, Veiðavind.
Eivør, Annika Hoydal, Yggdrasil, Enekk og Fiddling Faroes eru onnur ið brúka beinleiðis siðbundið tilfar. Soleiðis verður víst á, hvussu nútíðar tónleikur er sprotin úr okkara siðbundna tónleikaarvið.
Ljós verður eisini varpað á nýggjastu útgávurnar, fremstu tónleikarnar ídag og serligu tónleikamentanina sum er í Føroyum, og fara at viðgerða spurningin, sum nógv ferðafólk stilla: hví vit lutfallsliga hava so nógvir evnaríkir tónleikarar.
Tað eru vanir ferðaleiðarar sum halda framløguna, hetta á enskum. Tó ynskja vit, at stíla breitt, tí ber eisini til at fáa framløgu á týskum, fronskum, norðurlendskum og sponskum.
Tiltakið er týsdagar og hósdagar frá nú og fram til 16. august.
Fá meira kunning um tiltakið í TUTL, kunningarstovunum og á Facebook