Livar Nysted og hinir umborð á Artemis Investments rokna við at seta heimsmet seinnapartin í morgin, tá ið teir koma til St. Mary eftir feriðina tvørtur um Atlantshavið. Nú nærkast av álvara hjá Livari Nysted og manningini umborð á Artemis Investments. Seinnapartin í dag høvdu teir bert 130 kilometrar eftir at rógva á ferðini úr USA til Bretlands, og gongur tað eftir vild hjá teimum, koma teir til St. Mary seinnapartin í morgin.
Tann seinasta vikan hevur verið heilt góð, og nógvir kilometrar eru lagdir afturum hvønn dag. Eini 140 km. um dagin hevur verið miðal.
Hóast veðrið hevur verði ringt til tíðir, so hevur tað - sæð yvir allan túrin - verið á góðari leið. Tvær ferðir er báturin koppaður, men uttan stórvegis trupulleikar eru teir komnir víðari frá tí.