Í gjár frættu vit, at teir hava havt trupulleikar við eitt sindur at mateitran umborð, men henda er nú vekk, og hava teir av álvara fingið ferð á bátin aftur.
So mikið stór er ferðin, at teir í gjár megnaðu at sláa tað heimsmetið, teir herfyri settu við longsta teini, nakar hevur róð á opnum havi í eitt samdøgur.
Í gjár megnaðu teir at rógva heilar 190 kilometrar, sum er næstan tað dupulta av tí, teir skulu rógva um dagin,fyri at klára heimsmetið.
Hetta er bert gjørligt, tí teir høvdu ein fittan vind inn á reyvina, umleið 15 m/s og eitt sindur kraftigari í glæðunum. Men hetta ger samstundis sjógvin sera torføran at rógva í, siga teir frá. Aldurnar eru okkurt um 3 til 4 metur høgar, og tað gongur betri hjá teimum tá vindurin er minni. Men nakað av viðstreymi hava teir eisini.
Lagið umborð er, sum skilst gott. Higartil hava teir róð í 27 samdøgur og gott og væl 19 tímar. Hesa tíðina hava teir lagt 3296 kilometrar afturum seg av tí tilsamans 5303 kiliometra langa teininum. Sostatt hava teir góðar 2000 kilometrar eftir á mál. Og við hesari ferðini fer tað at eydnast teimum væl áðrenn tey 55 samdøgurini, sum er 114 ára gamla metið í at rógva úr New York í USA til Falmouth í Suðuronglandi.
Her heima hava familja og vinir hjá Livari Nysted sett á stovn ein stuðulsbólk á Facebook, har fólk kunnu fylgja Livari og teimum á ferðini. Tann bólkurin sæst her.