Hesa næstu tíðina fer Livar Nysted, havrógvari í Hvannasundi, at brúka nógvar tímar í rógvimaskinuni heima við hús.
Tað ger hann, tí um nakrar mánaðir skal hann royna at seta enn eitt nýtt heimsmet.
Tað hendir, tá ið hann beint eftir ársskiftið fer at rógva tvørtur um Suður Atlantshav, úr Kanarisku oyggjum til Barbados.
Men Livar Nýsted og sjey bátsfelagir hansara eru ikki teir einastu, sum ganga við slíkum tonkum.
- Eg veit, at tvær aðrar bátsmanningar, sum eisini ætla at rógva sama teinin sum vit, og tær ætla eisini at leggja til brots í januar.
- Hendir tað, verður tað ein rættilig kapprógving um Suðuratlantshav, sigur Livar Nysted.
Men hann sigur, at tað er bara at fegnast um, tí tað kann bara fáa teir at spíla seg enn meiri út fyri at verða fyrstir á mál.
Kend leið
Teinurin, teir skulu rógva hesuferð, er einar 5000 kilometrar, ella eitt sindur styttri enn teinurin, hann róði í 2010 tvørtur um Norðuratlantshav, úr Ný York til Onglands, tá ið teir tóku eitt 114 ára gamal met.
Hesin teinurin úr Kanarisku oyggjunum til Barbados, er ikki ókendur fyri Livar Nysted.
- Fyrstu ferð eg var í holt við Atlantshav, var ætlanin nettupp at rógva hendan teinin.
- Tað var í 2009 og tað var fyrstu ferð, eg royndi at rógva um eitt hav.
Tað gekk serstakliga væl teir fyrstu 1000 fjórðingarnar.
- Men so mistu vit róðri og við ongum róðri var vónleyst at halda fram, so vit máttu fara av bátinum.
Dyggur smeitur
Livar Nysted sigur, at líka síðani hevur tað bylgst í honum, at hann vildi fegin sloppið at roynt ferðina um Suðuratlantshav.
Men tað lá nú ikki í kortunum, at hetta skuldi vera næsta ferð hansara. Upprunaliga var ætlanin, at Livar og aðrir skuldu rógva tann teinin upp á ófatiligar 9200 kilometrar um Indiahav, úr Avstralia líka til Afrika.
Men báturin, teir skuldu rógva við, fórst, tó at manningin tíbetur varð bjargað og tí fór tann ferðin fyri skeytið.
Livar Nysted viðgongur, at tað var ein dyggur smeitur at síggja ferðina, hann hevði fyrireikað seg upp á, detta niðurfyri.
- Men ístaðin fyri at fella í fátt og seta seg at kúra, gjørdi eg upp við meg sjálvan, at eg skuldi heldur royna at finna mær eina aðra ferð.
- Eg setti meg tískil í sambandi við Levin Brown, gamla skipara mín á ferðini um Norðuratlantshav og tað endaði við, at eg fekk kansin umborð á bátinum, sum skal rógva um Suðuratlantshav.
- Hetta er ein ferð, sum er rættiliga væl umtókt hjá havrógvarum, tí hetta er tann klassiska rutan um Atlantshav.
Tveir og tveir
Livar Nysted sigur, at nú brúkar hann nógva tíð at fyrireika seg til ferðina og av tí sama situr nann nógv við árararnar í rógvimaskinuni.
- Tá ið vit fara, skulu vit rógva 12 tímar um samdøgurið.
- Vit rógva í tveir tímar og so hvíla vit í tveir tímar, allan rólarringin.
- Hesa rútmuna má eg venja meg við, annars gongur ikki leingi, so eri eg fyrilagstur
- Vit vera fýra mans rógva ísenn og báturin, vit hava, er spildur nýggjur, bygdir eftir nýggjasta sniði fyri at hann skal ganga so væl, sum gjørligt.
Livar Nysted sigur, at endamálið er fyrst og fremst at taka metið á hesum teininum, sum er 32 dagar.
Men í øðrum lagi er endamálið at vera teir fyrstu at bróta 30 daga markið á hesum teininum
- Tað hevði verið søguligt!
Droymir enn um Indiahav
Livar Nysted sigur, at hóast ferðin um Indiahav ikki bleiv til nakað hesuferð, hevur hann ikki slept ætlanini um tað ferðina, sum er heilar 7000 kilometrar úr Avstralia til Afrika.
Gongst sum ætlað, fer hann at royna at sleppa við einum báti einaferð, seinni.
Tað eru eisini aðrar ferðir, sum spøkja í huganum.
Ein ferð, sum Livar hevur í tonkunum, er at rógva útnyrðingsleiðina úr Alaska til Labrador.
Tað er ein ferð upp á slakar 6.500 kilometrar, sum ongin hevur roynt at rógva áður.
Livar Nysted sigur, at tað veldst eisini um, hvussu tað gongur at fáa stuðlar til ferðirnar.
- Men fyribils er alt hetta bara dreymar, tí nú er tað Suðuratlantshav, eg brúki allar mínar kreftir upp á, sigur Livar Nysted.