Liverpool eru klárir til finaluna

Premier League: Við knúsandi 6-0 sigri á Leeds er Liverpool til reiðar til Liga Cup finaluna

Mynd: (Scanpix) Ein fegin Joel Matip

Tríggir dystir hava verið í Premier League í kvøld. Liverpool vann heili 6-0 á Leeds, Burnley vann óvæntað 1-0 á Tottenham, meðan Crystal Palace vann greiðan sigur á útivølli.

 

Liverpool og Chelsea møtast í Liga Cup finaluni sunnudagin og bæði liðini eru væl fyri. Chelsea vann í gjár 2-0 á Lille í Champions League. Í dag vann Liverpool heili 6-0 á Leeds. Mohamed Salah, Sadio Mané, Joel Matip og til seinast Virgil van Dijk skoraðu málini. Tveir teir fyrstnevndu skoraðu tvey í part.

 

Liverpool var omaná frá byrjan og komu á odda við brotssparki aftaná eitt korter. Síðani hevði Liverpool tamarhald á dystunum. Størsta brølið kom, tá Joel Matip sendi bóltin í netið. Væl lýddi miðverjin rann allan vegin fram við og takkaði fyri álitið frá Mohamed Salah, ið spældi hann leysan.

 

Tottenham er í hørðum stríði um at røkka Champions League fótbólti, eftir at teir vunnu á Manchester City um vikuskiftið. Eitt sindur týpsikt Tottenham, so taptu teir í dag 1-0 á útivølli móti Burnley, ið nú hevur samband við Newcastle og niðurflytingarstrikuna.

 

Crystal Palace vann greiðan 4-1 sigur á Watford. Tað byrjar at síggja torført út hjá Norwich og Watford, eftir at bæði Newcastle og Burnley eru farin at vinna sær stig.

 

1Man City26203363:1763
2Liverpool26186270:2060
3Chelsea25148349:1850
4Man Utd26137644:3446
5West Ham26126845:3442
6Arsenal23133736:2642
7Wolves24124823:1840
8Tottenham24123931:3239
9Brighton25712625:2833
10Southampton25711732:3732
11Crystal Palace26611936:3729
12Leicester23761037:4327
13Aston Villa24831331:3727
14Brentford26661427:4224
15Leeds25581229:5623
16Everton23641328:4022
17Newcastle244101026:4522
18Burnley23311921:2920
19Watford25531725:4718
20Norwich City25451615:5317

Mynd: (Scanpix) Ein fegin Joel Matip