Liverpool heldur jól á toppinum

Nógvur Premier League fótbóltur er um millum jól og nýggjár

Meðan fótbólturin liggur stillur at kalla kring allan heimin, so er nógvur Premier League fótbóltur á skránni millum jól og nýggjar. Hetta er ein siður, sum bretar ikki vilja sleppa.

 

Við 2-0 sigri á Wolverhampton fríggjakvøldið, tryggjaði Liverpool sær oddasessin á jólum. Mohamed Salah og Virgil Van Dijk skoraðu málini fyri Liverpool. Púra óvæntað tapti Manchester City á heimavølli móti Crystal Palace, so frástøðan upp til Liverpool nú er fýra stig.

 

Í gjár vann Tottenham heili 6-2 á Everton, og heldur fram við at leggja trýst á Liverpool og Manchester City. Fyri fyrstu í søguni hjá Premier League, hava trý lið megnað at fingið yvir 40 stig fyri jól.

 

2. jóladag verður 19. umfar í Premier League, har 18 av teimum 20 liðunum skulu á vøllin.

 

Premier League 19. umfar:

12.30:

Fulham - Wolverhampton Wanderers

15.00:

Burnley - Everton

Crystal Palace - Cardiff City

Leicester City - Manchester City

Liverpool - Newcastle United

Manchester United - Huddersfield Town

Tottenham Hotspur - AFC Bournemouth

17.15:

Brighton & Hove Albion - Arsenal

19.30:

Watford - Chelsea

 

27. desember

19:45

Southampton - West Ham United