Í Liverpool meta tey, at tey høvdu eina avtalu við enska landsliðsvenjaran, Fabio Capello, um at Steven Gerrard bara skuldi spæla í ein tíma. Tá 85 minuttir vóru farnir av dystinum á Wembley, tók Steven Gerrard seg til baklæri og noyddist at steðga og lata seg útskifta. Fyribils sær út til, at Liverpool má klára seg uttan liðskiparan í góðar fýra vikur.
- Undan dystinum segði eg við Steven Gerrard, at hann skuldi spæla ein tíma, men fortreytirnar broyttist tá Gareth Barry mátti út við skaða. Vit høvdu brúk fyri at hava ein leikara við royndum á vøllinum og tí helt Gerrard fram at spæla, segði Fabio Capello eftir dystin.
Í Liverpool eru tey í øðini um at avtalan var brotin og seta spurnartekin við meiningini við landsliðsvenjingardystum.
- Liverpool avgerð ikki hvussu leingi Gerrard spælir á landsliðnum. Um tað var møguligt, so hevði Steven Gerrard spælt í ein tíma, segði Fabio Capello.
Steven Gerrard skal nú skannast og so fast nærri at vita hvussu álvarslig fiburspreingingin er.