Liverpool keypir inn í Charlton

- Jonjo er ein spennandi ungur enskur spælari. Keypið av Jonjo er ein partur av okkara langtíðar plan og vit gleða okkum til at bjóða honum vælkomnan til felagið, sigur Christian Purslow, ið er dagligur leiðari í Liverpool.

Jonjo Shelvey er tann yngsti spælarin nakrantíð, sum hevur umboðað Charlton. Tað gjørdi hann tá hann var bara 16 ár og 59 dagar. Í ár hevur hann spælt 27 dystir fyri Charlton, ið er í næstbestu deildini, og skorað 4 mál.

- Vit hava í fleiri ár arbeitt við hesi planini. Eg royndi at keypa Gareth Barry og vit keyptu Glen Johnson. Vit royna at keypa hugagóðar bretskar spælarar, sigur Liverpool venjarin, Rafael Benitez.

- Tað er ikki við okkara góða vilja, at vit hava góðtikið eitt boð uppá Jonjo Shelvey frá Liverpool, tí onki felag ynskur at missa sínar bestu spælarar. Men samlaða tilboðið hjá Liverpool var for gott at siga nei til, og samstundis ein góð avtala fyri Jonjo, sigur Richard Murrey formaður í Charlton.

Jonjo Shelvey, ið hevur spælt á enska U-17 landsliðnum, skiftur til Liverpool 10. mai.