Fyrr í vikuni vísti Liverpool styrki ímóti Real Madrid við einum 4-0 sigri í Champions League-kappingini, og í dag gjørdist tað til ein enn meira ótrúligan sigur upp á 4-1 ímóti Manchester United ? enntá á Old Trafford.
United legði seg á odda við einum brotssparki, sum Ronaldo setti í netið, men so var líkasum ikki meira í heimaliðnum, sum eftir hetta fekk av at vita frá gestunum og arvafíggindunum.
Fernando Torres sneiddi Vidic av sær og skoraði ísakalt til 1-1, áðrenn Steven Gerrard legði Liverpool framum 2-1 við brotssparki, eftir at hann sjálvur var feldur.
Manchester United royndi at svara aftur, og eitt nú hevði Ronaldo eitt skot á stongina. Men eitt korter fyri tíð fekk Vidic reyða kortið fyri at fella Gerrard, og eftirfylgjandi kundi Fabio Aurelio við einum vøkrum frísparki frá brotsteigarmarkinum skora til 3-1.
Fyri líkasum at undirstrika, at hetta ikki var dagurin hjá United, kom eitt mál aftrat, júst sum tíðin var um at vera úti. Eitt langt útspark endaði hjá Andrea Dossena, sum hevnisliga lobbaði bóltin í málið til 4-1.
Tapið er tað størsta, Manchester United hevur havt ímóti Liverpool síðani 1936, tá Liverpool vann 5-2. Og hetta var fyrsta heimatapið hjá United hetta kappingarárið.
Premier League-úrslit í dag:
Manchester United-Liverpool 1-4
Arsenal-Blackburn 4-0
Bolton-Fulham 1-3
Everton-Stoke 3-1
Hull-Newcastle 1-1
Middlesbrough-Portsmouth 1-1
Sunderland-Wigan 1-2