Fleiri dystir hava verið spældir í Champions League kappingini í kvøld. Undan uppgerðunum vóru mest spennandi dystirnir á pappírinum í Moskva, har Spartak Moskva tók ímóti Liverpool, og í Týsklandi, har Borussia Dortmund tók ímóti Real Madrid.
Les eisini: Hevur spurt Conte um ráð um Liverpool
Liverpool megnaði ikki at gagnnýta leikligu yvirvágina í kvøld til sigur, tí dysturin hjá Liverpool móti Spartak Moskva endaði við 1-1 javnleiki. Í næstan einasta skotinum sum Spartak Moskva hevði uppá mál í dystinum, eydnaðist tað teimum at koma á odda í fyrra hálvleiki, men lítla løtu eftir fekk Philippe Coutinho javna fyri Liverpool til 1-1. Móti endanum av dystinum trýsti Liverpool nógv fyri at fáa sigursmálið, og í yvirtíðini var Liverpool tríggjar ferðir líka við at fáa sigursmálið. Í øllum førunum brendi Liverpool tó risa málmøguleikar.
Í einari av hinum uppgerðunum, eydnaðist tað Real Madrid í kvøld at fáa fyrsta sigurin nakrantíð á útivølli móti Dortmund í einum dysti sum endaði við 3-1 sigri til Real Madrid. Cristiano Ronaldo skeyt tvey mál fyri Real Madrid, meðan Gareth Bale skoraði hitt málið.
Av øðrum dystum vann Tottenham 3-0 á útivølli móti Apoel Nicosia, har vandamikli Tottenham áleyparin, Harry Kane, skoraði reint hattrick. Eisini Manchester City greiddi sína skyldu við 2-0 sigri á heimavølli móti Shaktar Donetsk.
Úrslitini í kvøld:
Bólkur E:
Sevilla – Maribor 3-0
Spartak Moskva – Liverpool 1-1
Bólkur F:
Manchester City – Shaktar Donetsk 2-0
Napoli – Feyenoord 3-1
Bólkur G:
Besiktas – Red Bull Leipzig 2-0
Monaco – FC Porto 0-3
Bólkur H:
Apoel – Tottenham 0-3
Dortmund – Real Madrid 1-3