Liverpool úti av FA Cup

Enska stórfelagið Liverpool noyddist týskvøldið at siga farvæl til ársins útgávu av siðvandu steypakappingini FA Cup.
Liverpool leikti á útivølli móti Burnley úr næstfremstu ensku deildini, og heimaliðið vann dystin 1-0. Málið, ið kom í seinna hálvleiki, var eitt sjálvmál.
Sigurin hjá Burnley var uppiborin, tí sjáldan var vandi á ferð framman fyri málinum hjá danska Brian Jensen í Burnley-málinum. Hinvegin kunnu teir í Liverpool takka málverja sínum, Jerzy Dudek, fyri, at ósigurin ikki gjørdist størri.