Livikor í Miðlahúsinum

Í kvøld verður almennur fundur í Miðlahúsinum, har kanningin um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum verður løgd fram Tað er í kvøld klokkan 19, at kanningin av livikorum hjá fyritíðarpensionistum verður løgd fram á almennum fundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Tað er Granskingardepilin fyri Økismenning, sum hevur gjørt kanningina fyri Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF.

Við á fundinum verða Leila Solmunde, forkvinna í MBF, Olga Biskopstø frá Granskingardeplinum fyri økismenning og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum.

Niðurstøðan í kanningini er, at livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum eru ikki nøktandi, og umstøðurnar eru ikki á sama støði sum mett verður at vera sjálvsagt í einum vælferðarsamfelagi. Og enntá verður sagt, at ein partur av fyritíðarpensjónistunum hevur lívskor, ið ikki kunnu metast sum virðiligt og í onkrum føri kunnu fyritíðarpensónistar í Føroyum enntá sigast at hava liviumstøður, ið liggja undir fátækramarkinum.

Og hjá teimum flestu vórðu dyrnar til arbeiðsmarknaðin lætnar aftur, tá ið tey vórðu sjúk, ellafingu brek og tær eru næstan ómgøuligar at lata uppaftur.

Hetta tekur ikki bara fíggjarliga grundarlagið undan tí einstaka, men førir eisini við sær, at fyritíðarpensjónisturin verður útihýstur frá samfelagnum, bæði sosialt og sálarliga.