Lívshættislig bilverja

Bilverjan við landsvegin á Sundi var í gjárkvøldið helst beinleiðis orsøk til, at ferðsluóhappið gjørdist nógv álvarsligari, enn tað átti at verið

Bilverjan við landsvegin á Sundi var í gjárkvøldið helst beinleiðis orsøk til, at ferðsluóhappið gjørdist nógv álvarsligari, enn tað átti at verið.

 

Ikki tí at bilverja sum so er vandamikil. Men soleiðis, sum Landsverk hevur gjørt hol í bilverjuna, kann hon vera vandamiklari, enn um eingin bilverja var.

 

Eitt dømi um hetta var ein ferðsluvanlukka í Vágum í fjør summar, sum kostaði trimum monnum lívið. Bilurin koyrdi upp eftir skráninginum á bilverjuni, sum soleiðis virkaði sum ein lopfjøl.

 

Tað var júst tað sama, sum hendi á Sundi í gjárkvøldið, tá ein kvinna í einum bili, ið var á veg norðureftir, fór út av vegnum.

 

Tá kvinnan er komin í svingið oman fyri havnarlagið á Sundi, ger hon av einhvørjari orsøk eitt ov krapt sving og snarar ov nógv til høgru. Men júst har, sum hon snarar ov nógv, er eitt hol í bilverjuni upp á eina 10 metrar. Báðir endarnir á bilverjni ganga skrátt niður í vegin. Høgra hjól á bilinum nertir bilverjuna, har hon endar, meðan vinsta hjól rakar bilverjuna, har hon byrjar aftur. Men har er – sum myndin vísir – ein skrái frá vegnum og upp á bilverjuna. Hesin skrái virkar sum lopfjøl, ið far bilin við nógvu ferðini at flúgva. Hevði bilverjan verið heil, so hevði kvinnan í ringasta føri skrallað síðuna á bilinum – men hon hevði valla farið út av. Hevði eingin bilverja verið, so kundi hon kanska rættað uppaftur og komið inn aftur á vegnum, tí nóg mikið av plássi var uttan fyri bilverjuna.

 

Landsverk hevur uttan iva nakað at hugsa um – og um teir ikki eiga at tippa holini í bilverjunum fram við landsvegunum. Bilverjan má fyrst og fremst vera til at økja trygdina.

 

Lesi eisini: Bilur bóltaði oman av vegnum