Nógv teir flestu limir felagsins teljast millum børnini, og royna vit eins og undanfarin ár at seta tey í miðdepilin við at hava tilboð, ið fyrst og fremst eru ætlað teimum, t.d. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$káti køkurin, har tú fært eitt smáting aftur fyri at knúsa okkurt postalín, <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$gloyp við glúpi, har tú sleppur at glúpa teg til eina gávu í ordiligum vatni, kasta við vatnbumbum eftir klovni, andlitsmáling, tombola og ymiskt annað.
Fimleikur er okkara fremsta endamál, og vilja vit bæði eggja til rørslu og vísa eitt sindur av tí felagið stendur fyri, og verður tað gjørt við, at íðkarar felagsins framføra can-can, hipp-hopp, meðan FM-vinnarar í amboðum sýna brøgd. Harafturat sleppa børnini at royna <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$nýggju luftbreytina, ið verður kristnað leygardagin, - hon er 14m long og júst komin til landið. Tað er kanska eisini akkurát hóskandi hjá Ljósinum, ið framvegis ikki hevur mannsømiligt innivist nakrastaðni, at vit júst taka okkara stásiliga amboð í nýtslu undir bláloftum! Í øllum førum gleða vit okkum og vóna, at fleiri eru áhugað at koma oman í gongugøtuna at gleðast saman við okkum og hoppa og leypa eina rúgvu á breytini.
(<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$GG! næstan allir aktivitetirnir leggja upp til kropsligar førleikar sosum at kasta, medda, koordinera og leypa)
Familjuhugni
Umframt at børnini hugna sær og garta, kunnu fólk eisini seta seg niður at fáa ein drekkamunn við vaflum, gera sær sneisabreyð á grúgvu, fáa sunkist og annars njóta undirhaldið, ið ungu fólkini í Ljósinum við jøvnum millumbilum framføra.