Ljósakrúnan hjá skjaldbøku-njósnaranum hongur í Miðlatúni

Søgan um ljósakrúnuna er serstøk og sera spennandi. Poul Morell Nielsen, arkitektur, var dani, og giftur listakvinnuni Ruth Smith. 

Í Miðlatúni í Vági er ein serstøk ljósakrúna aftur komin til heiður og æru. Søgan um ljósakrúnuna er serstøk og sera spennandi.

 

Poul Morell Nielsen, arkitektur, var dani, og giftur listakvinnuni Ruth Smith. 

 

Undir seinna heimsbardaga flutti hjúnini til Lemvig, haðani Morell var ættaður. Her fekk Morell arbeiði hjá fyritøku, ið gjørdi ymsik arbeiði fyri týskarar. 

 

Morell fekk uppgávun at komuflera bunkarar, ið enn síggjast framvið donsku vesturstrondini, so hesir líktust summarhúsum og framleiðslubygningum, Hann fekk tí atgongd til øki og upplýsingar, ið onnur ikki høvdu atgongd til

 

Hann nýtti høvið at gera neyvar tekningar yvir bunkararnar, og økið kring teir, sum hann síðani fekk sent víðari til London. Talan var um upplýsingar niður í minstu smálutir. Hevði tað komið til landgongd hjá teimum sameindu á donsku strondini, so høvdu teir havt allar neyðugar upplýsingar.

 

Men henda landgongd kom ikki. Og tekningarnar lógu í mong, mong ár í goymslum, og ongin visti um tær, og stóra arbeiðið, ið Morell hevði framt - og ofta við lívinum hangandi í klønum tráð, tí týskarar vóru javnan eftir honum.

 

 

 

Skildpadde-spionen

 

Tá so søgugranskari fekk uppgávuna at skráseta bunkarar á donsku vesturstrondini, kom hann í arbeiði sínum framá tekningarnar hjá Morell. Men tá visti ongin, hvør hevði njósnast og teknað, tí tekningarnar vóru signeraðar við eini tekning av eini p´puroykjandi skjaldbøku. Onki navn.

 

Søgugranskarin søkti í bløðum eftir, hvør hesin njósnarin mundi vera, og fekk tá eitt bræv frá Poul morell Nielæsen, ið tá var komin væl til árs. Hetta er í 1989. Morell skrivar, at tað er hann, ið var pípiroykjandi njósnarin.

 

Og so - eftir mong, mong ár, kom tað fram í ljósið, at Morell hevði framt satt bragd undir øðrum heimsbardaga.

 

Árið eftir, í 1990, doyr Morell.

 

Hetta er søgan í stuttum.

 

 

 

Til Føroya

 

Ruth Smith og Poul Morell flyta til Føroya í 1949. Tey byggja hús á Nesi í vági. Serstøku húsini standa enn, og eru eyðkend við stóru vindeygunum.

 

Poul Morell hevði neyvan nógv um oyruni sum arkitektur, men nakrar uppgávur fekk hann. Hann teknaði sjálvur húsini á Nesi, men eittnú teknaði hann eisini posthúsið í Vági, har Milatún nú húsast.

 

Undir loftinum í gongini hevur ljósalrúna hingið, ið bert fá hava givið far um. Hesa ljósakrúnuna sniðgav Morell.

 

Nú er ljósakrúnan umvæld. MR-El hevur tikið sær av at seta ljósakrúnuna í stand. Káplar eru skiftir messing pussað. Perur eru settar í, ið kunnu skfta lit.

 

Nú er ljósakrónan hjá Morell, skjaldbøku-njósnaranum, aftur komin til heiður og æru.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

sending um Skildpaddespionen sæst her : Skildpaddespionen (5) | TV MIDTVEST