HM: Ísland tapti og endar aftast í okkara bólki

Spania vann sjeymálssigur

Vit kunnu longu nú staðfesta, at føroyska kvinnulandsliðið fer ikki at enda aftast í HM-millumbólki 2.

 

Ísland tapti í kvøld í Westfalenhalle 23-30 fyri Spania, og tí kann sláast fast, at tær við ongum stigi aftaná fýra dystir fara at enda aftast í bólkinum.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum Ísland-Spania hendan: 2:1, 5:6, 8:7, 11:9, 13:14, 16:14, 18:16, 19:20, 20:24, 20:28, 23:30.

 

Thea Imani Sturludóttir var við sjey málum toppskjútti hjá Íslandi. Við seks málum var Lyndie Tchaptchet toppskjútti hjá Spania.

 

Týskland hevur við átta stigum vunnið millumbólk 2. Serbia hevur fimm stig, Montenegro og Spania hava fýra stig hvør. Føroyar hava trý stig, og Ísland er aftast við ongum stigi.

 

Ísland og Føroyar spæla seinasta dystin í millumbólki 2 leygarkvøldið klokkan 19.30. Klokkan 14.30 spæla Montenegro og Serbia, og klokkan 17 spæla Týskland og Spania.

 

Um okkara vinna á Íslandi, samstundis sum Týskland vinnur á Spania, og Serbia vinnur á Montenegro, so enda Føroyar á triðja plássinum í bólkinum.